Empati & avmarking

//Empati & avmarking
Empati & avmarking

Empati & avmarkingDags-skeið – verkstova – fyrilestur:

Dygdar frálæra til leiðarar og starvsfólk innan heilsu- og umsorganarøkið.

Tá vit arbeiða við fólki, hava vit vanliga eitt djúpt og erligt ynski um, altíð at gera okkara besta fyri at hjálpa, stuðla og vera nærverandi fyri okkara samborgarum.
Hetta kann av og á vera ógvusliga krevjandi, og vandin er, at vit enda við at geva somikið nógv, at vit sjálvi brenna út.

Lukkutíð hava vit vitan og amboð til at fyribyrgja hesum. Tað snýr seg um javnvág, empati og persónliga miðsavnan – at hava eitt akker og at megna at stýra rætt. Eisini í sera trupulm og krevjandi støðum. Sonn empati rúmar bæði eginumsorgan og umsorgan fyri øðrum. Tað kann kennast sum ein mótsetningur og so er ikki. Skalt tú útinna títt besta fyri tín samborgara, so er tað ein fyritreyt, at vit sjálvi hava eitt ávíst yvirskot. Og tað er júst ró innaní, miðsavnan, empatiskt yvirskot, nærvera og greið ábyrgd, sum kann vera við til at tryggja persónliga arbeiðsyvirskotið og orkuna.
Føgur orð gamaní – og – jú, tað ber til at læra – og venja, so tað veruliga munar.

Við støði í 30 ára langar royndir innan persónliga menning og sálarfrøðiliga økið viðgera og venja vit millum annað:

  • Sambandið millum vinsemi og marksetan.
  • Evni miðsavna seg, heldur enn at taka frástøðu.
  • Ítøkilig amboð og venjing til empati-grundað samskifti.
  • Amboð til empatiska eginumsorgan.
  • Vinaliga avmarking.
  • Økt javnvág – at hvíla miðsavna í samskiftinum við onnur.

Undirvísari

Henrik Krag, filosoffur, rithøvundi og skeiðsleiðari.
Bílegging, fyrispurningar, kunning, C.V og tilvísingar:

Send fyrispurning
X