Fluffy

Fluffy

Meira orka Nærvera, Hugsavnan Treystleiki, Avrik Takksemi, Minni strongd

FLUFFY er ein vinalig vegleiðing heim til tín sjálvs, ein ítøkiligur venjari og neyvur leiðbeinari til mindfulness og venjing av sinninum.

FLUFFY kostar 139,- kr. og er í bókabúðunum frá fríggjadegnum 11. desember. Tú kanst lesa eitt brot úr FLUFFY her og gera eina bílegging longu nú.

Keypir tú fleiri enn fýra bøkur, fært tú í 10% avslátturi frá Vaksa. Skriva ‘bílegging’ til info@vaksa.fo.

Tú kanst eisini bíleggja FLUFFY um Bókamiðsøluna. Send ein teldupost til bms@bms.fo.

 

Lítil, lættur og átuligur. Meira enn 20 ymsar venjingar. Eyka ljóðfílur við venjingum, nakrar venjingar úr FLUFFY eru tøkar sum ljóðfílur á síðuni Fluffy.

ISBN: 978-99918-3-686-7

Varenummer (SKU): 0003-1 Kategori:

Beskrivelse

UM FLUFFY

Bóklingurin er ein brellbiti: Lítil, lættur og átuligur. Hann telur 80 blaðsíður og hevur eina fittliga stødd. Hann vísir á eina møguliga leið, ið kann bøta um lívsdygdina í gerandisdegnum.

FLUFFY er ætlaður øllum, ið hava hug og forvitni at arbeiða við neyvari sinnisvenjing og mindfulness. Í bóklinginum eru meira enn 20 ymsar venjingar til gerandisdagin. 6 ymsar ljóðfílur við venjingum eru gjørdar til bóklingin.

FLUFFY tekur støði í frálæruni hjá Vaksa, sum bjóðar dygdar frálæru í empatigrundaðari meditatión, persónligari menning og mindfulness. Fluffy hevur sítt upprunastøði í meira enn 10 ára longum arbeiðs- og lívsroyndum. Bóklingurin hevur sítt akker í 35 ára longum frálæruroyndum í sinnisvenjing, djúpsálarfrøði, empatigrundaðari meditatión og mindfulness.