Bóklingur um sinnisvenjing: Fluffy

Forside/Bóklingur um sinnisvenjing: Fluffy

NÝGGJUR BÓKLINGUR!
UM MINDFULNESS OG SINNISVENJING

FLUFFY: Lítil, lættur og átuligur

Meira orka, nærvera, hugsavnan, treystleiki, avrik, takksemi og minni strongd

 

Meira enn 20 ymsar venjingar
Eyka ljóðfílur við venjingum

FLUFFY kom út í desember 2020 og er fyrstsa føroyska bókaútgávan hjá Biritu Nolsø.

Bóklinguirn er ein vinalig vegleiðing heim til tín sjálvs, ein ítøkiligur venjari og neyvur leiðbeinari til mindfulness og venjing av sinninum.

FLUFFY er í bókabúðunum kring landið.

Tú kanst eisini bíleggja FLUFFY um Bókamiðsøluna fyri 139,- kr. send ein teldupost til bms@bms.fo.

 

 

UM FLUFFY
Bóklingurin er ein brellbiti: Lítil, lættur og átuligur. Hann telur 80 blaðsíður og hevur eina fittliga stødd.

Hann vísir á eina møguliga leið, ið kann bøta um lívsdygdina í gerandisdegnum.

FLUFFY er ætlaður øllum, ið hava hug og forvitni at arbeiða við neyvari sinnisvenjing og mindfulness. Í bóklinginum eru meira enn 20 ymsar venjingar til gerandisdagin. 6 ymsar ljóðfílur við venjingum eru gjørdar til bóklingin. Venjingarnar eru tøkar her á síðuni.

FLUFFY tekur støði í frálæruni hjá Vaksa, sum bjóðar dygdar frálæru í empatigrundaðari meditatión, persónligari menning og mindfulness.

Fluffy hevur sítt upprunastøði í meira enn 10 ára longum arbeiðs- og lívsroyndum.

Bóklingurin hevur sítt akker í 35 ára longum frálæruroyndum í sinnisvenjing, djúpsálarfrøði, empatigrundaðari meditatión og mindfulness.

Meira orku og hugsavnan – minni strongd:

6 ókeypis munadyggar ljóðvenjingar úr FLUFFY

Niðanfyri ber til at lurta eftir ljóðfílum úr bóklinginum FLUFFY:
– Høgraklikk og vel “Save Link As…” fyri at taka niður.

Keyp bókina