Fluffy

Forsíða/Fluffy

6 ÓKEYPIS LJÓÐVENJINGAR: TAK NIÐUR & LURTA

FLUFFY
Meira orka, nærvera, hugsavnan, treystleiki, avrik, takksemi og minni strongd.

FLUFFY: Lítil, lættur og átuligur

Meira orka, nærvera, hugsavnan, treystleiki, avrik, takksemi og minni strongd

 

Meira enn 20 ymsar venjingar
6 ljóðfílur við venjingum

FLUFFY er fyrsta føroyska bókaútgávan hjá Biritu Nolsø og kom út í 2020. Bóklingurin er ein vinalig vegleiðing heim til tín sjálvs, ein ítøkiligur venjari og neyvur leiðbeinari til mindfulness og venjing av sinninum. FLUFFY er nærum útseldur – spyr tó í bókabúðunum kring landið.

 

UM FLUFFY
Bóklingurin er ein brellbiti: Lítil, lættur og átuligur. Hann telur 80 blaðsíður og hevur eina fittliga stødd. Hann vísir á eina møguliga leið, ið kann bøta um lívsdygdina í gerandisdegnum. FLUFFY er ætlaður øllum, ið hava hug og forvitni at arbeiða við neyvari sinnisvenjing og mindfulness. Í bóklinginum eru meira enn 20 ymsar venjingar til gerandisdagin. 6 ymsar ljóðfílur við venjingum eru gjørdar til bóklingin. Venjingarnar eru tøkar her á síðuni.

FLUFFY tekur støði í frálæruni hjá Vaksa, sum bjóðar dygdar frálæru í empatigrundaðari meditatión, persónligari menning og mindfulness.

Fluffy hevur sítt upprunastøði í meira enn 20 ára longum arbeiðs- og lívsroyndum.

Bóklingurin hevur sítt akker í 35 ára longum frálæruroyndum í sinnisvenjing, djúpsálarfrøði, empatigrundaðari meditatión og mindfulness.