Tilmelding og gjald

Forsíða/Um/Tilmelding og gjald

Tilmelding og gjald

Tú meldar til við at senda ein teldupost til info@vaksa.fo

Innan eina viku fært tú at vita um pláss er og um til ber at koma við á ynskta skeiði, verkstovuna ella retreati. Kunning um gjald  verður somuleiðis sent tær. Um tú ikki hevur møgueikan at gjalda alla upphæddina í einum, ber til at gjalda í fleiri pørtum.         Luttøkugjaldið verður goldið innan skeiðsbyrjan.

Irðanarættur
Tú hevur 14 dagar eftir váttan um luttøku og hevur tú goldið, verður upphæddin flutt aftur á tína kontu. Send boð um iðran til info@vaksa.fo.

Avboð og afturrindan
Meldar tú frá eftir iðranarrættin og í seinasta lagi átta vikur innan vikuskiftisskeiðs- ella retreat byrjan verður eitt umsitingargjald uppá 500 kr goldið. Er talan er verkstovu ella dagsskeið er gjaldið 200 kr. Kemur avboð seinni enn átta vikur innan skeiðs/retreatbyrjan, verður tú at rinda fyri tað, ið samsvarar gistging og vistarveiting. Eru bert fýra vikur ella minni til skeiðs- ella retreatbyrjan, ábyrgjast tú alla upphæddina.

Meldar tú frá eini verkstovu ella dagsskeiði seinni enn tvær vikur innan byrjan ber sum heild ikki til at rinda aftur, tó í einstøkum føri eru undantøk, eitt nú í samband við sjúku.

Ert tú partur av einum bólki og gevur avboð, ber sum heild ikki til at fáa afturgjald. Sum bólkalimur pliktar tú teg til eina felags samanhangandi tilgongd. Í serligum støðum kunnu tó vera undantøk.

Avsláttur
Vit royna at halda prísirnar í einum hóskandi støði. Í ávísum føri ber eisini til at fáa avsláttur. Skriva til info@vaksa.fo um tú ert arbeiðsleys/ur, pensjónist ella lesandi.

Gjaldskunning

Luttøkugjaldið verður flutt á kontu í Jyske Bank skrásetingarnr. 7242 konta nr. 1397356