Frálæra

Forsíða/Frálæra

Vaksa er en frálæru- og menningarpallur, sum bjóðar skeið, retreat, viðgerð og aðra frálæru til bólkar, einstaklingar og arbeiðspláss í Føroyum og í Danmark.

 

Frálæran hjá Biritu 

Hvussu fer frálæran fram?

Eg komi javnan til Føroyar at vitja og arbeiða. Skriva til info@vaksa.fo um tú ynskir at bíleggja ein fyrilestur, eina verkstovu ella skeið.

Mín stílur er livandi, nærverandi, í samskifti við luttakaran og tekur støði í livaðum lívi og royndum. Í 25 ár havi eg hildið, leitt og skipað eina ørgrynnu av skeiðum, verkstovum, tilgongdum og tiltøkum fyri arbeiðsplássum og einstaklingum. Tað snýr seg í mest møguligan mun at skapa flow, orku og læring í einari frálærutilgongd. Her koma royndirnar og evni at duga at lurta, síggja, merkja og arbeiða við bólka- og einstaklingaorku til góðar.

Frálæran ein ein heildaruppliving og tilgongd. Eg skipi hóskandi skift millum til dømis kropsliga orku-rørslu á gólvinum ella úti í náttúruni, frálæru og venjingar inni á stólum ella ymsar samrøðu/samskiftisvenjingar millum luttakarar.

Stílurin er ‘niðri-á-jørðini’ og nærverandi. Dømi um skeið/verkstovur eru eitt nú:  Mindfulness, hjarta og orka á arbeiðsplássinum, lívsorka, sjálvleiðsla, evni innan parlagið – t.d. 5 HJERTEFØLELSER (grundað á bókina, ið kom út í 2018), retreat við kvinnum, Ársins Summar-Retreat, kvinnubólkar, kærleiki og orka í parlagnum.

 

Persónlig frálæra 

Til ber at skriva seg upp til OrkuViðgerðir. Ynskir tú persónliga frálærutilgongd, ber til at skriva til mín. Eg kann leiða tilgongdir eitt nú í mun til orku, samskifti, samstarv, parlív, kvinnumenning, persónliga menning, mindfulness og meditatión.  Online frálæra er somuleiðis møgulig. Er talan um online tilgongd, verður ein greið viðtalu- og frálæruætlan løgd í felag.

 

Send fyrispurning, bóka skeið, fyrilestur ella verkstovu við at skriva til info@vaksa.fo