Fluffy

//Fluffy

Fluffy

Meira orka, nærvera, hugsavnan, treystleiki, avrik, takksemi og minni strongd!

FLUFFY er ein vinalig vegleiðing heim til tín sjálvs, ein ítøkiligur venjari og neyvur leiðbeinari til mindfulness og venjing av sinninum. Hann er lítil, lættur og átuligur. í bóklinginum eru meira enn 20 ymsar venjingar.

6 ljóðfílar við venjingum úr FLUFFY eru tøkar sum ljóðfílur á síðuni FLUFFY.

FLUFFY kostar 139,- kr. og er í bókabúðunum frá fríggjadegnum 11. desember. 

Keypir tú fleiri enn fýra bøkur, fært tú 10% í avslátturi frá Vaksa. Keypir tú fleiri enn 10 verða 15 % latin í avslátturi.

Skriva ‘bílegging’ til info@vaksa.fo.

Tú kanst eisini bíleggja FLUFFY um Bókamiðsøluna. Send ein teldupost til bms@bms.fo.

 

ISBN: 978-99918-3-686-7

Vørunummar: 0003-1 Bólkur:

Lýsing

UM FLUFFY

Bóklingurin er ein brellbiti: Hann er lítil, lættur og átuligur. FLUFFY telur 80 blaðsíður og hevur eina fittliga stødd. Hann vísir á eina møguliga leið, ið kann bøta um lívsdygdina í gerandisdegnum.

FLUFFY er ætlaður øllum, ið hava hug og forvitni at arbeiða við neyvari sinnisvenjing og mindfulness.

Í bóklinginum eru meira enn 20 ymsar venjingar til gerandisdagin. 6 ymsar ljóðfílur við venjingum eru gjørdar til bóklingin.

FLUFFY tekur støði í frálæruni hjá Vaksa, sum bjóðar dygdar frálæru í empatigrundaðari meditatión, persónligari menning og mindfulness. FLUFFY hevur sítt upprunastøði í meira enn 10 ára longum arbeiðs- og lívsroyndum.

Bóklingurin hevur sítt akker í 35 ára longum frálæruroyndum í sinnisvenjing, djúpsálarfrøði, empatigrundaðari meditatión og mindfulness.

Í sambandi við útgávuna eru framleiddar ljóðfílur við venjingum. Hesar venjingar eru tøkar á síðuni “FLUFFY“.

X