Vaksa er en frálæru- og menningarpallur, sum bjóðar skeið, retreat, viðgerð og aðra frálæru til bólkar, einstaklingar og arbeiðspláss í Føroyum og í Danmark.
Hetta bjóði eg
Summar Retreat, Kvinnu-Retreat í Nólsoy og parskeið í Danmark. Eg leiði ein kvinnubólk í Føroyum, skriva til info@vaksa.fo um tú hevur hug at vera við ella skipa ein nýggjan bólk. Eg bjóði Orkuviðgerð og frálæru um kvinnuleika og menning.
Um Orkuviðgerð: Ein Orkuviðgerð kann stuðla tær í:
- At loysa spenningar og spent øki í orkuskipanini
- At skapa meira vælveru, orku, javnvág og ró
- At minka um strongd og styrkja stinnleika (robusthed)
- At læra og venja mindfulness, ið hóskar just til tín
- At fyribyrgja strongd, sárbæri og kenslusemi
- At skilja og merkja kroppin og kenslulagið
- At fáa samband við og skilja innaru orkuna, ið vanliga eyga ikki sær
- At skapa eitt trygt rúm fyri tí sum er, eitt nú í hjartanum.
- At betra og styrkja kvinnuleika og lívsorku (bert fyri kvinnur)
Tú kanst senda ein teldupost til info@vaksa.fo. og skriva teg upp til eina Orkuviðgerð. Eg vitji javnan í Føroyum.
Trýst her um tú vilt vita meira um orkuviðgerð.
Onnur persónlig frálæra
Ynskir tú persónliga frálæru í mun til orku, sinnivenjing, kvinnumenning, persónliga menning, mindfulness og meditatión, ber til at senda mær ein fyrispurning. Online frálæra er møgulig. Er talan um online tilgongd, verður greið viðtalu- og frálæruætlan løgd í felag. Hevur tú ein bindiklubb ella annað tiltak, ber eisini til at bíleggja eina mini-verkstovu.