Lýsing
Bókin, ið slóðar fyri nýggjum ástøði, innliti og royndum, er bæði hent og nýtilig hjá øllum, sum hava áhuga fyri hesum evni. Í bókini eru 50 venjingar, sum saman við ástøði eru skipaðar í ymsum stigum, so øll uttan undantak kunnu fremja venjingar til viðkomandi eginleikar.
Teir 5 eginleikarnir eru: Kærleiki, ‘hengivelse’, álit, samkensla og takksemi. Kærleiki eigur størsta plássið í bókini. Allir eginleikarnir hava týdning í mun til menning og evnið fyri empati. Bókin er m.a tøk á Saxo, í Rit & Rák, í Gamla Bókhandli og hjá Vaksa, sum veitir frálæru innan hetta økið í Føroyum.
Bókin 5 HJERTEFØLELSER er tøk sum bókaútgáva og sum e-bók.