5 HJERTEFØLELSER

Forside/Bøger/5 HJERTEFØLELSER

5 HJERTEFØLELSER

ØLL kunnu venja empati

Øll tosa um týdningin av empati og vinsemi. Bókin 5 HJERTEFØLELSER vísir ítøkiliga, hvussu vit øll kunnu venja og menna fimm týdningarmiklar eginleikarnar í hjartanum – til gleði og gagn fyri øll. Bókin er skrivað í samstarvi millum rithøvundan og filosoffin Henrik Krag og Biritu Nolsø, eigara av Vaksa.

  • Kærleiki
  • ‘Hengivelse’
  • Álit
  • Samkensla
  • Takksemi

Henrik Krag er útbúgvin heimsspeki og er rithøvundi til bøkurnar Selvudvikling for det hele menneske (2006), og overLev i parforhold (2009). Hann hevur drúgvar royndir innan frálæru, coaching og supervisión, og hevur verið knýttur at depilinum Vækstcenteret síðani 1982. Hetta er ein nútíðar depil fyri persónliga menning og mindfulness grundaða meditatión.

Bókin er skipað saman við unnustuni og eigara av Vaksa.fo Biritu Nolsø. Birita er ritstjóri og samhøvundi til bókina. Henrik og Birita bjóða saman og hvør sær frálæru, fyrilestrar, skeið
og viðtalur av ymsum slag innan hetta økið í Føroyum og í Danmark. Meira kunning fæst á Vaksa.fo. Henrik er lítið á sosialum miðlum og kann tí bert røkkast um Vaksa.fo og á teldupostinum hjertebogen@henrikkrag.dk.

Varenummer (SKU): 5hjfl Kategori:

Beskrivelse

Bókin, ið slóðar fyri nýggjum ástøði, innliti og royndum, er bæði hent og nýtilig hjá øllum, sum hava áhuga fyri hesum evni. Í bókini eru 50 venjingar, sum saman við ástøði eru skipaðar í ymsum stigum, so øll uttan undantak kunnu fremja venjingar til viðkomandi eginleikar.

Teir 5 eginleikarnir eru: Kærleiki, ‘hengivelse’, álit, samkensla og takksemi. Kærleiki eigur størsta plássið í bókini. Allir eginleikarnir hava týdning í mun til menning og evnið fyri empati. Bókin er m.a tøk á Saxo, í Rit & Rák, í Gamla Bókhandli og hjá Vaksa, sum veitir frálæru innan hetta økið í Føroyum.

Bókin 5 HJERTEFØLELSER er tøk sum bókaútgáva og sum e-bók.

Du kunne også være interesseret i...