Aftaná Kvinnu- og Eldraskeiðini á Gjáargarði eri eg full av takksemi, undran og gleði. Allar sum ein – einastandandi, vakrar og nemandi. Allar livandi og litfagrar. Nakrar hava víst teirra sterku litir í lívinum, aðrar hava livað meira pastellittar og friðaligar. Lívsins DNA hevur merkt tær allar. Hetta skeiðið sýntist vera ein gáva til tær sjálvar. Eitt andarhol til hvíld, nærveru og njóting. Tað er einki egotrip her – tað er nógv djúpari og júst tað øvuta at síggja og merkja: Tað er ein roynd at skapa eina javnvág millum tað gevandi og móttakandi hjartað. Nakað, sum allar á hesum skeiðinum hava ilt við at unna sær, tí tær hava tað best við gevandi hondum og hjarta. Somikið gott at summar gloyma heilt seg sjálvar. Nakrar missa seg sjálvan heilt, meðan aðrar megna at steðga á av og á – og fylla tangan aftur. Nakrar hevur roynt at røkka botninum – og at missa alla orkuna. Tær hava við sær eina serliga dýbd og ein vísdóm. Tær hava lært nógv av hesum mykra og trupla tíðarskeiði, sum hevur rist teirra eksistens og grundvøll.
Allar kvinnurnar hava ein natúrligan opinleika og møguleika at læra hvør av aðrari og at koma aftur til sín sjálvs hesar dagarnar við Gjógv.
Tær seta seg á stólin og fara undir at venja næruveru, miðsavnan, hjartaeginleikar og kropstilvit. Tær hava allar natúrlig evni og eginleikar og við eitt sindur av vegleiðing, ja – so eru tær har: Meira nærverandi, miðsavnaðar og betri samband við kroppin, kenslurnar og lívið. Her sita tær við øllum teirra litum. Nakrar fella skjótt inn eftir og hvørva nærum inn í eina aðra tilveru. Fleiri nema teirra hjartastreingir og teir hjá hinum. Nakrar skulu hava eitt bil til at koma úr høvdinum, í kroppin, inn í nærveruna og nærri hjartanum. Allar koma so við og við nærri sær sjálvari – hinum og lívinum. Tær flenna, gráta, tosa, merkja takksemi, kærleika, sorg, gleði og undran. Tær koma allar nærri hvør aðrari og uppliva at lívssøgur teirra á so mangan hátt eru líkar. At sorg, gleði, kærleiki, takksemi, álit, samkensla allar eru somu kenslur, ið tær allar hava og kenna. Saman skapa tær eitt rúm at deila alt, í kvirru, hvíld og við orðum.
Tær deila tað stóra, vakra og undranarsama í lívinum. Á gólvinum, á stólinum, í kirkjuni og í bleytu sofuni. Nógv møði er og hópin av hvíld og úrspenning fer fram á máttuni. Teppi, pútur og bleytir tónar í hugnaliga loftsrúminum ovast. Ein vinalig hond, eitt friðsælt eygnabrá, tár, ein heit hond. Rúmd. Ein kreativur krókur er ovast, her sita tær javnan og skriva ella tekna. Í matarsteðgunum fáa tær leskiligan og heilsugóðan mat frá vinsælu Anu úr Portugal, ein sannur dýrgripur. Og afturat henni eru øll hini starvsfólkini á Gjáargarði, ið saman og áhaldandi gera eitt stórt arbeiði fyri, at øll kunnu kenna seg væl og fáa eitt gott uppihald. Tað eydnast.
Og náttúran nørir og lekir. Tær ganga í tøgn, saman og hvør sær. Og tær ganga saman við og í náttúruni, kenna brimbrotið, dansa í gjónni, sita á helluni og framvið ánni. Og tær líta út á fjørðin. Hoyra fuglaljóð og seyð hvørt um annað. Og tær liva, kenna og eru til hesa løtuna, í kava, stormi og í sól.
Ein av kvinnunum sigur mær farvæl, hon gevur mær eitt klemm og sigur: Nú eru næstan allir fordómar avlívaðir. Hon smílir. Ja, altso eg fari at skriva ein blogg um skeiðið. Tað verður so sum eg upplivdi tað. Vit smíla hvør til aðra, eg fái vissu fyri at eingin verður nevndur ella lýstur. Síðani gleðist eg um, at hon vil seta orð á nakað, sum aloftast er lokað, orðaleyst og lætt at misskilja. Heimkomin gongur ikki meir enn ein dagur – so liggur eitt leinki til bloggsíðuna hjá tí kritiska luttakaranum, ið var komin at bjóða sínum fordómum av, Bergljót av Skarði.
Litfagrar, livandi og lættar allar samlar…eg merki søta sorgblídni í rúminum, sigi teimum farvæl og seti meg oman í brimi at vera.
Eina løtu seinni siti eg aftur í lítla grøna bilinum, á veg til Havnar. Hvør einasta kvinna hevur nomið mínar hjartastreingir og eg kenni takksemi streyma…