2018/2. hálvár

Forsíða/Danse/2018/2. hálvár

2018/2. HÁLVÁR

Bókaútgávan 5 hjertefølelser, summar-retreat, meditatiónsbólkar, kvirrudagar, skeiðdagar innan empati-grundaða leiðslu, viðtalur, venjing og viðgerð. Virksemið fyrra hálvár 2018 var fjøltáttað, og vit líta nú aftur inn í eitt nýtt, kent og ókent hálvár. Eitt hálvár, sum í størri mun er opið fyri nýggjum hugskotum og ynskjum. Tí hava vit bert sett nøkur fá føst tiltøk á kalendaran – restin er opið – enn. Fyri møguligum evnum, tiltøkum, hugskotum og ynskjum. Vælkomin til 2. hálvár 2018.

OPIÐ TILTAK: Meditatión & Menning

Sunnudagin 16. september kl. 13-16 skipa vit fyri einum intro-degi. Tiltakið er opið og øll áhugaði eru vælkomin. Málið við degnum er, at geva nýggjum luttakarum innlit í okkara námsfrøðiligu og fakligu kjarnu. Skift verður millum frálæru og venjingar. Talan er um djúpsálarfrøðilig innlit, persónliga menning og nøkur ítøkilig og hent amboð, sum tú fært við tær heim. Talan er um mindfulness og empati-grundaða frálæru, sum tekur støði vitan, ástøði, gransking og 30-ára longum royndum innan hetta økið.

Er áhugi, verður nýggjur bólkur skipaður.

Dagur: Sunnudagin 16. september kl. 13-16
Staður: Vaksa úti á heyggi 16, Velbastaður
Tilmelding: tilmelding@vaksa.fo
Kostnaður: 350 kr.
Undirvísarar: Henrik Krag og Birita Nolsø

Sí meira →

TILTØK & SKEIÐ

Vit skipa javnan fyri ymsum opnum tiltøkum og skeiðum eitt nú innan: parlívið, meditatión, dreyma-sálarfrøði og til arbeiðsplássið.

Hevur tú viðkomandi evni ella hugskot, so send okkum ein teldupost.

Les eitt nú um skeiðini/verkstovurnar: “Empati & Avmarking” og “Stjóri í egnum lívi” á heimasíðuni.

MEDITATIÓNSBÓLKUR

VAKSA hevur fastan meditatiónsbólk. Hesin er í løtuni fullteknaður. Vit eru tó opin fyri nýggjum limum – les meira um tiltakið “Meditatión & Menning” 16. september ovast í tíðindabrævinum, ella á okkara kalendara.

Dagar:

– Leygardagin 15. september kl. 13 – 17
– Leygardagin 27. oktober kl. 13 – 17
– Leygardagin 01. desember kl. 13 – 17

Staður: Vaksa úti á heyggi 16, Velbastaður
Tilmelding: tilmelding@vaksa.fo
Kostnaður: 1400 kr. fyri allar dagar.
Undirvísari: Henrik Krag og Birita Nolsø

Sí meira →

VIÐTALUR & VIÐGERÐ

Sum vænt er møguligt at fáa einstaklinga viðtalur, viðgerðir og veitingar. Vit mæla til at gera avtalur í góðari tíð, tá kalendarin skjótt kann verða bókaður til annað virksemi.

Sí meira →

ÁRSINS SUMMAR-RETREAT Í ELDUVÍK 2019

So er árliga summar retreatið í Elduvík 2019 ásett, og vit halda á fram við einum eyka degi. Retreatið 2019 verður týsdagin 30. juli til leygardagin 3. august. Tað merkir at vit við hesum fáa heilar fýra intensivir dagar við venjing, hugdýping og vítt til veggja, bæði inni og úti. Á hesum skeiðinum sameina vit meditativa venjing innan empati og sinnisvenjing við áhaldandi venjingum og náttúru í fjøllunum kring Elduvík. Byrjað verður við felags morgunmati, síðani er morgunmeditatión og frálæru. Seinnapartar nýta vit til venjing, meditativar náttúruupplivingar og frálæru. Tíð verður til hvíld, og um kvøldið skipa vit aftur fyri frálæru, upplivingum og venjingum. Tíð verður sett av til dreymatýðing.

Av tí at stórur áhugi er fyri hesum skeiði, er “først til mølle” galdandi. Tað merkir at endaligt pláss er tryggjað, tá tilmelding er móttikin, plássið váttað, og depositum à 1000 kr. er goldið.

GG! Avmarkað pláss.

Er áhugi, verður skipað fyri einum eyka retreati.

Staður: Elduvík
Tilmelding: tilmelding@vaksa.fo
Undirvísari: Henrik Krag og Birita Nolsø