Vakin til Verka

Forsíða/Bloggur/Vakin til Verka

Hugsa tær, um tínir tankar, tín sokallaði veruleiki bert er ein íspunnin fiktón í tínum egna høvdi. Ein gamal filmur í endaleysum replay, ella í besta føri ein vintage vinyl pláta í besta retrostíli.

Omg! Hugsar tú – hvat meinar tú við? Eg eigi mínar tankar og mínir tankar eru mínir – teir eru unikkir! Og eg svari heldur provokerandi: Nei, halt fast kæri lesari, tí tú eigur ongan tanka, í besta føri hevur tú eitt gamalt avoldað avrit av einum tanka, sum oldur-abbi tín eisini hevði, kanska í einum øðrvísi pakka, tó við sama einsporaða innihaldi. Og enn verri – júst hesin avoldaði tankin er tann, ið stýrir at kalla øllum tínum gerðum og hinum tankunum – størsta partin av tínum lívi.

Hetta er depri-lestur, eg eri farin! Bíða eitt bil. Slepp hasum tankanum og les eina løtu afturat. Tí okkurt er at heinta, um tú megnar at vera opin um hendan fastlæsta tanka. Hann er sum ein lívsspennitroyggja. Eitt kvalandi trygt spenni, ella eitt grundhuglag, sum allatíð er har og ongantíð fer frá tær – næstan. Tó so, av og á ristist tín grundvøllur, og tú kemur í eina lívsstøðu, sum setur eitt spurnartekin.

Ella tú vaknar ein morgun og sær alt eitt sindur klárari. Sum døggin fer av brillunum, og tú sært tað, sum er. Eitt sindur betur, eitt sindur øðrvísi. Og so setur tú spurningin – er tað veruliga satt? Tað, sum eg hugsi, sigi og geri?

Okkurt vaknar eina løtu innan í og rundan um. Og títt grundhuglag fer í baksýnið hesa løtuna, ella hin gamla vinylplátan steðgar. Og tú merkir, at okkurt ikki ruggar heilt rætt. Hatta, sum tú føldi, hugsaði og segði er kanska nakað tvætl. Og gamla vinylplátan er farin úr síni keðiliga kendu rillu.

Ofta bert eina løtu – og tó – av og á ristist grundvøllurin somikið harðliga, at tú hevur ilt við at koma aftur í somu kendu rilluna. Og tú ert við at vakna.

Hugsa tær, um tú hvønn morgun kann vakna uttan tína gomlu kendu tankarillu, sum í veruleikanum stavar frá eini gundkenslu, sum ofta kann kókast niður í hin eina setningin: ”eg skal prógva, at eg eri góð/ur nokk”; ”eg eri ikki verd/ur at elska”, ”okkurt er galið”, ”eg havi ikki uppiborið eitt gott lív”, ”Lívið er hart”, ”Lívið er svart”, ”ongin er góður við meg”, ”eg eri hótt”, tað var ikki sungið fyri mínari vøggu”….ella tey fáu hepnu: ”tað skal nokk ganga”, ”eg havi uppiborið kærleika”, ”lívið er lætt”…

Tað ringasta av øllum er, at hesi mangan neiligu grundhugløg deilir tú við tína ætt – ja, vit arva sanniliga eisini hesar setningar. Royn líka og hygg rundan um teg. Hygg aftur um hylki á tínum nærmastu eina løtu, og tú finnur heilt vist nakað, sum tú kennir aftur í tær sjálvum.

Vónleyst? Tað kann kennast so. Og – nei, tí eisini tað ber til at venja, hóast tað tekur tilvit, tíð og krevur ein innsats. Sjálv havi eg verið við til at menna eitt slíkt amboð, eitt amboð, sum júst kann stuðla undir eitt betri og ikki minst meira uppbyggjandi huglag. Tað eitur HeartWake og liggur á míni heimasíðu Vaksa.fo. Tað er einfalt og munagott.

Hugsa tær, um tínir tankar, tín sokallaði veruleiki kemur nærri eini frælsari tilveru, heldur enn einum arvaðum aldargomlum nyttuleysum og ósannum grundhuglagi? At tú hvønn morgun kann skapa ein meira sannan, jaligan, hjartaligan og veruligan samleika? Hvussu hevði hesin nýggi filmur tá spælt tín nýggja sonevnda veruleika og gerandisdag? Hvussu hevði tú tá hildið jól? Livað títt lív? Verið mótvegis og saman við øðrum? Og farið inn í tað nýggja árið?

Hmm…ein áhugaverdur tanki 😉

Eftir Biritu Nolsø, Vaksa.fo