Vælkomin til Glasstovuna á Velbastað leygardagin 10. apríl kl. 10:00-13:00. Úti í vøkru náttúrni og inni í friðsælu Glasstovuni á Velbastað fært tú 3 tímar til hugdýping, mindfulnessvenjing og hvíld í og við náttúruni.
Verkstovan er opin og verður skipað í tveimum pørtum: Einum inniparti og einum útiparti.
Vit byrja róliga við yin- og andadráttarvenjingum á máttuni, og vit taka støði í veðrinum júst hendan dagin.
Er veðrið til vildar, verður terrassan eisini tikin í nýtslu.
Seinni parturin av verkstovuni verður nýttur úti.
Vit njóta frið, útsýni og nærveru og royna ymsu venjingarnar úti í og við náttúruni.
Havið góð heit og hóskandi klæðir við. Tørvar tær pútu og sita ella liggja á, so tak fegin eina við.
Pláss er bert fyri í mesta lagi 6 luttakarum í senn.
Øll eru vælkomin. Kostnaður: 400 kr.
Tíð: Leygardagin 10. apríl kl. 10-13
Undirvísari: Birita Nolsø, rithøvundi og undirvísari.
Tilmelding: info@vaksa.fo
GG: Ein verkstova er eisini kl. 14 sama dag, sí her. |