leyg10apr14:00leyg17:002. Verkstova: Út í náttúruna - inn í lívið
Vælkomin til Glasstovuna á Velbastað leygardagin 10. apríl kl. 14:00-17:00. Úti í vøkru náttúrni og inni í friðsælu Glasstovuni á Velbastað
Vælkomin til Glasstovuna á Velbastað leygardagin 10. apríl kl. 14:00-17:00. Úti í vøkru náttúrni og inni í friðsælu Glasstovuni á Velbastað fært tú 3 tímar til hugdýping, mindfulnessvenjing og hvíld í og við náttúruni.
Verkstovan er opin og verður skipað í tveimum pørtum: Einum inniparti og einum útiparti. Vit byrja róliga við yin- og andadráttarvenjingum á máttuni, og vit taka støði í veðrinum júst hendan dagin. Er veðrið til vildar, verður terrassan eisini tikin í nýtslu. Seinni parturin av verkstovuni verður nýttur úti. Vit njóta frið, útsýni og nærveru og royna ymsu venjingarnar úti í og við náttúruni. Havið góð heit og hóskandi klæðir við. Tørvar tær pútu og sita ella liggja á, so tak fegin eina við. Pláss er bert fyri í mesta lagi 6 luttakarum í senn. Øll eru vælkomin. Kostnaður: 400 kr. Tíð: Leygardagin 10: APRÍL kl. 14-17. Undirvísari: Birita Nolsø, rithøvundi og undirvísari. Tilmelding: info@vaksa.fo GG: Ein verkstova er eisini kl. 10 sama dag, sí her. |
10/04/2021 14:00 - 17:00(GMT+00:00)
Tilmeld dig vores nyhedsbrev. Se flere kategorier på denne side ..
© Vaksa 2025. Alle rettigheder forbeholdt | Leveret af Base