Temakvøld: Par-Lívið

Forside/Temakvøld: Par-Lívið

Aftuvendandi tiltak

20mar19:0022:00Temakvøld: Par-Lívið

Útgreining

Vaksa Temakvøld:

Parlívið
Kl. 19.00 – 22.00, Glasstovan, Velbastaður

Hesi kvøld fyri pør varpa ljós á parlívið.

Hetta hugnaliga kvøldið fara vit vísa á eina røð av háttaløgum og teknikkum til eitt betri parlag.

Eitt parlag kann vera ein tryggur vøllur.
Ein álítandi pallur við kensluligum stuðli, tryggleika og kærleika.
Parlagið kann vera rúmið, har tú fyllir orkutangan og deilir kærleika, intimitet og nærveru.

Tað er gjørligt – tað ber til – og – fyri flest øll krevst eitt tilvitað val til tess at náa hesum.
Ein íløga í, at geva parlívinum ein serligan møguleika.

Vit uppliva øll, at tað av og á gert trupult. Tað er natúrligt, at júst tey, ið hava størstan týdning, eisini geva okkum tær størstu avbjóðingarnar, og møguleikarnar.
Tað er her vit verða mest særd. Tað er her, at ein burturvísing rakar meint.

Tað er í parlagnum at vit aftur og aftur avspæla okkara barnsligu og óbúnu síður.
Og tað er her, at vit áhaldandi hava tørv á at fyrigeva okkum sjálvi og hvønn annan.

Hetta kvøldið er tað fyrsta í eini røð, sum varpar ljós á parlívið. Hetta hugnaliga kvøldið fara vit vísa á eina røð av háttaløgum og teknikkum, sum kunnu geva áhaldandi ljós og gróður til trivnað og menning til flest øll parløg.
Hættir til at skilja hvønn annan betur, eisini tá tað er trupult. Og amboð til eitt betri samskifti og samstarv. Vit vísa á vegir til at nøra kærleika og felagsskap, uttan at
missa individualitetin.

Tíð: Kl. 19-22 íroknað stuttan steðg
Staður: Velbastaður
Kostnaður: 300 kr. per persón

Avmarkað luttøka

Tilmelding

 

Nær

20/03/2017 19:00 - 22:00(GMT+00:00)

Hvar

Glasstovan

Úti á Heyggi 16

Other Events

Glasstovan

Get Directions