Summar-Kvirra á Velbastað

Forside/Summar-Kvirra á Velbastað

sun16jun14:00sun17:00Summar-Kvirra á Velbastað

Útgreining

Njótið summarið nú: Nærvera – Náttúra – Hvíld – Kvirra

Nær: Sunnudagin 16. juni
Kl.: 14:00 – 17:00
Kostnaður: 350 kr.
Tilmelding á: tilmelding@vaksa.fo

Avmarkað pláss.

Hví?

Málið við hesi sumarkvirru er at sleppa øllum málum – og at venja nærveru í núinum, hvíld og kvirru.

Í tríggjar tímar snýr tað seg um at koma niður í kroppin og inn í kvirruna og nærveruna. Tú venur at vera í nátturuni á ein slíkan hátt, at tín næsti gongutúrur, ella næsta nátturu-uppliving kann
gerast enn størri, betri og vakrari.

Hvat?

Talan er um eina 3-tíma-langa verkstovu í okkara vøkru “Glasstovu” á Velbastað. Farið verður eisini út at ganga. Frálæran tekur støði í amboðum og royndum innan mindfulness-grundaða meditatión og yin-venjing.

Vit gera venjingar á máttu, gólvi og til gongu.

Hvussu?

Birita Nolsø leiðir teg trygt inn í kvirruna við lættum og hóskandi venjingum. Skift verður millum frálæru og ymsar venjingar.

Um Vaksa

Birita Nolsø eigur og rekur fyritøkuna Vaksa. Hon hevur útbúgving í leiðslu, umsiting og samskifti og hevur 20-ára langar arbeiðsroyndir.

Birita hevur royndir í dansi, balett, yoga og orkuvenjing. Seinastu sjey árini hevur hon arbeitt miðvíst við sinnisvenjing og mindfulness-meditatión. Birita samstarvar við maka og samstarvsfelaga Henrik Krag og røkir somuleiðis hálvt starv sum fulltrúi í almennu fyrisitingini.

Hon hevur eisini starvast á Visit Faroe Islands og hevur eina útbúgving í altjóða ferðavinnu.

Nær

16/06/2019 14:00 - 17:00(GMT+00:00)