Ársins Summar-retreat í Elduvík 2018
31. juli – 4. august
So er árliga retreatið skipað, og eftir ynski hava vit longt tað við einum heilum degi. Tað merkir at tit við hesum
Útgreining
Ársins Summar-retreat í Elduvík 2018
31. juli – 4. august
So er árliga retreatið skipað, og eftir ynski hava vit longt tað við einum heilum degi. Tað merkir at tit við hesum fáa heilar fýra intensivir dagar við venjing, hugdýping og vítt til veggja, bæði inni og úti. Á hesum skeiðinum sameina vit meditativa venjing innan empati og sinnisvenjing við áhaldandi venjingum og náttúru í fjøllunum kring Elduvík. Byrjað verður við felags morgunmati, síðani er morgunmeditatión og frálæru. Seinnapartar nýta vit til venjing, meditativar náttúruupplivingar og frálæru. Tíð verður til hvíld, og um kvøldið skipa vit aftur fyri frálæru, upplivingum og venjingum. Tíð verður sett av til dreymatýðing.
Av tí at stórur áhugi er fyri hesum skeiði, er ’først til mølle’ galdandi. Tað merkir at endaligt pláss er tryggjað, tá depositum à 1000 kr. er goldið. Sendið tó fyrst eina skrivliga tilmelding til okkara.
Freistin at gjalda depositum / melda til retreatið er 15. mars 2018.
GG! Avmarkað pláss.
Undirvísari: Henrik Krag Kostnaður: 3.650 kr. íroknað skeið, mat og gisting. Melda til:tilmelding@vaksa.fo Staður: Elduvík
Nær
Juli 31 (Týsdag) 19:30 - August 4 (Leygardag) 14:00