Parlívið: Slepp fortíðini, kom inn í núið og lít frameftir

Forside/Parlívið: Slepp fortíðini, kom inn í núið og lít frameftir

Aftuvendandi tiltak

mi29apr19:00mi22:00Parlívið: Slepp fortíðini, kom inn í núið og lít frameftir

Útgreining

Hesa hálvuna fara vit at skipa fyri tveimum opnum par-kvøldum. Tríggjar tímar um tað góða parlívið. Alt ov ofta hanga vit føst í gomlum fortíðar leivdum, sum forða okkum í at koma aftur til tað góða, sum flest øll parløg hava. Og mangan eru krøvini so stór, at tað góða parlagið druknar í gerandisdegnum.

Hesi kvøldini fara vit at líta frameftir, og vit venja nærveruna tykkara millum, sum altíð er og hevur verið. Talan er um eitt jaligt og hugnaligt kvøld, við dygargóðum venjingum og møguleikanum at koma aftur til tað góða í tykkara parlagi.

  • Týskvøldið 28. apríl kl. 19-22
  • Týskvøldið 19. mai kl. 19–22

Undirvísari: Henrik Krag og Birita Nolsø
Kostnaður: 550 kr fyri eitt kvøld og eitt par. Bindandi tilmelding til fastan dag.
Melda til: info@vaksa.fo.
Staður: Úti á heyggi 16, Velbastaður

Nær

29/04/2020 19:00 - 22:00(GMT+00:00)

Hvar

Glasstovan

Úti á Heyggi 16

Other Events

Glasstovan

Get Directions