Nýtt! Miðsummar Retreat í Elduvík

Forside/Nýtt! Miðsummar Retreat í Elduvík

hós24jun(jun 24)19:30sun27(jun 27)14:00Nýtt! Miðsummar Retreat í Elduvík

Útgreining

Tríggir intensivir dagar við venjing, hugdýping og vítt til veggja, bæði inni og úti.

Tú ert í tryggum og kønum hondum. Vit hava meira enn 10 ára langar retreat-royndir í Føroyum og meira enn 35-ára langar frálæruroyndir í meditatión, mindfulness og djúpsálarfrøði.

Í døgunum 24. til 27. juni bjóða vit tær á eitt dygdar Miðsummar Retreat.

Okkara august retreat bleiv beinanvegin fullteknað, og tí hava vit gjørt av at bjóða tykkum eitt nýtt miðsummar retreat.

Innihaldið er tað sama sum á august retreatinum, bert ein dag styttri – frá hósdegi til sunnudag.

Talan er um tríggjar intensivar dagar við dygdarfrálæru, venjing, hugdýping og vítt til veggja, bæði inni og úti.

Á hesum skeiðinum sameina vit úti-dans, nærveru yoga, meditativa venjing, empati og sinnisvenjing við áhaldandi venjingum. og vit njóta eisini vøkru náttúruna kring Elduvík.

Mini retreatið byrjar hóskvøldið 24. juni kl. 19 og hinar dagarnar verður byrjað við felags dansi, yin venjingum og øðrum orkuvenjingum, síðani er morgunmatur, morgunmeditatión, frálæra og venjingar.

Seinnapartar nýta vit til hugdýping, venjing, meditativar náttúruupplivingar og frálæru. Tíð verður til hvíld.

Um kvøldið verður eisini skipað fyri frálæru. Tíð verður somuleiðis sett av til dreymatýðing.

Undirvísarar eru Henrik Krag og Birita Nolsø. Avmarkað pláss.

G.G: Stórur áhugi er fyri okkara retreati og pláss er tryggjað, tá tilmelding er móttikin, plássið váttað skrivliga og depositum à 1000 kr. goldið. Avmarkað pláss.

Staður: Elduvík
Tilmelding: info@vaksa.fo
Undirvísari: Henrik Krag og Birita Nolsø

Kostnaður: 3.300 kr.

 kunning á donskum fæst her 

 

Nær

24/06/2021 19:30 - 27/06/2021 14:00(GMT-11:00)

Hvar

Pershús, Elduvík

Elduvík, Eysturoy, Færøerne

Other Events

Get Directions