Mini-Retreat í Elduvík

Forside/Mini-Retreat í Elduvík

frí18feb16:00frí15:30Mini-Retreat í ElduvíkMini Retreat í Elduvík 18.-20. februar

Útgreining

Vikuskiftisskeið í Elduvík í løttum retreat formi

Í døgunum 18. – 20. februar skipa vit fyri einum vikuskiftisskeiði í náttúruvøkru Elduvík. Skeiðið er skipað sum eitt mini-retreat, og tú fært høvi at hugdýpa, hvíla, meditera, venja og njóta. Skeiðið er opið fyri royndum og nýggjum luttakarum.

HVAT?

Eitt mini-retreat, ið tekur støði í fleiri enn 25-ára longum frálæruroyndum í sjálvsmenning, menning, rørslu, orkuvenjing og djúpsálarførði. Retreat-rútman er bleyt og rólig, og tú fært eisini stundir til egintíð og hvíld.

HVUSSU?

Tú fært 2 og ein hálvan dag í friði til hugdýping, bæði innan- og uttandurða. Á skeiðinum sameina vit meditativa venjing í empati og tilviti við áhaldandi venjingum, náttúru og ymsum kropsorkuvenjingum.

Ein vanligur dagur sær nakað soleiðis út: Vit byrja við felags orkuvenjing, tað kann vera yinyoga, náttúruvenjing ella orkuvenjingar við tónleiki. Síðani er morgunmatur, morgunmeditatión í áleið 20 minuttir og síðani frálæra fram til miðmálan.

Seinnapart nýta vit til nátturu, hugdýping, nærveruvenjingar av ymsum slagi og møguliga eisini til kreativa hugdýping.   Síðani er hvíld og egintíð. Um kvøldið skipa vit ofta fyri ymsum hóskandi tiltøkum, tað kann vera ein felags dreymaferð, krops- ella orkuvenjing ella annað meditativt tiltak.

Hvønn dag eru ymisk sløg av kropsvenjingum, ið ikki krevja at tú ert í góðari venjing. Talan er um bleyta venjing, náttúruvenjingar ella ymsan orkudans.

Tíðir: Sjálv frálæran byrjar kl. 19:00 fríggjakvøldið.  Koma og innkvartering er frá kl. 16.  Skeiðið endar kl. 15:30 sunnudagin. Allir luttakarar skulu hava eina negativa koronatest við sær innan komu til Elduvíkar.

RETREAT ATLIT

Fyri at fáa mest møguligt burtur úr einum mini-retreati og við atliti til hendan serstaka skeiðformin, gera vit vart við at málið við retreat er í størst møguligan mun at kvetta samband við umheimin í nakrar dagar. Til tess at tú kanst gera hetta ábyrgdarfult og heilt, tryggja tær at tíni gerandis gerðamál eru varðveitt av øðrum, soleiðis at tú kanst vera minst møguliga órógva í tínum uppihaldi. Við atliti til bólkadynamikkin mæla vit til upptøku frá byrja til enda, um ikki annað er avtalau frammanundan. Vit heita á øll um at verðaveita alt økið er mobil og teldu- og tíðindafrítt frá skeiðsbyrjan til enda. Eitt neyðnummar verður latið tykkum. Nummarið kunnu tit geva tykkara nærmastu familju og vinum, so tú sjálv/ur trygt kann sløkkja telefonina. Vit plaga at taka nakrar myndir og senda tykkum hesar aftaná skeiðið, so tær nýtist ikki at hugsa um hetta.

HVØR?

Hetta skeiðið er opið fyri nýggjum og royndum luttakarum. Einasta treyt er opinleiki og áhugi.
Hevur tú spurningar, skriva til info@vaksa.fo.

UM Undirvísarar

Í meira enn 35 ár hevur undirvísari og rithøvundi  Henrik Krag undirvíst í meditatión, djúpsálarfrøði og sjálvsmenning. hesi seinast 15 árini hevur Henrik verið fastur undirvísari í Føroyum.  Árligu summar-retreatini í eitt nú Elduvík eru sprotting úr hesi undirvísingarkjarnu og eru vorðin fastur táttur í Føroyum.

Í 2014 fór Henrik undir eitt samstarv við Biritu Nolsø, ið rekur Vaksa.fo í Føroyum og nú eisini í Danmark. Birita og Henrik undirvísa í felag og eisini hvør sær. Bæði eru tætt knýtt til danska vakstrardepilin fyri sjálvsmenning og meditatión ‘Vækstcenteret’ í Nørre Snede. Birita og Henrik eru bæði í áhaldandi intensivari venjing hjá Jes Bertelsen, leiðara og stovnara av deplinum. Henrik var samman við Jes og fáum øðrum við til byrja og byggja  depilin afturi í 80’unum.

Birita Nolsø hevur í yvir 25 ár javnan undirvíst  á ymsan hátt í dansi, orku og kroppi. Hesi seinastu 10 árini hevur hon lagt høvuðsdentin á krops- og orkujavnvág, orkudans og venjing, yin-dýping, nattúru-yoga og tilvit.  Síðani 2011 hevur Birita í umførum verið knýtt at ‘Vækstcenteret’. Birita er búsitandi í Nr. Snede og vitjar javnan í Føroyum.

í desember 2020 gav Birita út sína fyrstu bókaútgávu. Tað var bóklininguri: FLUFFY, ein neyvur leiðbeinari til mindfulness og sinnisvenjing.

í 2018 kom bókin  5 HJERTEFØLELSER út. Bókin er úrslitið av einum eitt samstarvi millum Henrik og Biritu.  Henrik hevur eisini skrivað bøkurnar: “overLEV i parforholdet” og “Selvudvikling for det hele menneske, fra men til og”.

Tilmelding

Kr. 2.600 kr. pr. person. Gjaldi er íroknað frálæru, einfalda gisting í húsum, frálæru og máltíðir. Sum luttakari hevur tú eisini atgongd til uttandurða hitapott. Flutningur er ikki íroknaður.

Ynskir tú at gista heima, er prísurin 2.150 kr. Heimagisting kann vera trupul og avbjóðandi tá talan er um eitt mini-retreat.

Sted: Elduvík
Tilmelding: info@vaksa.fo
Undervisere: Henrik Krag og Birita Nolsø

Pris: 2.600 kr. (avmarkað luttakaratal)

Nær

18/02/2022 16:00 - 15:30(GMT+01:00)

Hvar

Pershús, Elduvík

Elduvík, Eysturoy, Færøerne

Other Events

Get Directions