hós26mai(mai 26)15:00sun29(mai 29)15:00Mai Retreat í Danmark
3 vakrir retreatdagar og nætur í Øster Løkke, sum liggur beint úti til Vesturstrondina: Friður, hugdýping, meditatión, frálæra, kropsvenjing, njóting og samvera… gongutúrar framvið strondini… Vi har valt Øster Løkke sidst i
3 vakrir retreatdagar og nætur í Øster Løkke, sum liggur beint úti til Vesturstrondina:
Friður, hugdýping, meditatión, frálæra, kropsvenjing, njóting og samvera… gongutúrar framvið strondini…
Vi har valt Øster Løkke sidst i mai mánað – hesin vakri fýralongdi strandargarðurin við Vesturstrondina er heilt serligur.
Tú fært rúm egintíð, felags samveru og hugdýping. Hvønn dag verður arbeitt við orkukroppinum bæði við og uttan tónleiki.
Eisini verður náttúrurørsla uttandurða, og tú fært tíð til at arbeiða við áhaldandi / mantra / hjartabønvenjingum.
Frálæran er løgd inn í eina hóskandi rútmu, so tú fært tíð til at sodna, njóta og hvíla.
Tú svevur í einkult- ella dupultkamarið.
Vit hava ein framúr góðan kokk, ið tryggjar besta umami og heilsugóðsku – tað er ein njóting í sær sjálvum.
Maturin er vistfrøðiligur og grønur.
Tú hevur stórt ræsarúm – bæði kring og á garðinum, ið liggur fyri seg sjálvan og beint út til stóru og vøkru sandstrondina.
Hent kunning
Tíð: 26.- 29. mai 2022
Stað: Øster Løkke, Danmark
Tilmelding/kunning: info@vaksa.fo
Prísur: 3.500 – 3.850 kr. íroknað fullan kost, innivist og frálæru.
Koma til Øster Løkke er frá kl. 15:00. Aftaná lætt ábit verður frálæra kl. 19:00.
Retreatið endar kl. 15:00 29. mai.
Undirvísarar: Henrik Krag og Birita Nolsø
Bústaður: Øster Løkke, Løkkevej 4, Trans, 7620 Lemvig
Flutningur: Atlantic flýgur beinleiðis til og frá Billund. Annars ber til at kanna vanligu heimaasíðurnar fyri flutning.
26. mai er Kr.Himmalfartsdagur og frídagur.
HETTA RETREATIÐ ER FULLTEKNAÐ OG TÚ KANST KOMA Á AVBOÐSLISTA ELLA SKRIVA TEG UPP TIL NÆSTKOMANDI RETREAT Í FØROYUM ELLA Í DANMARK. LÝSING KEMUR SEINNI.
Les meira um okkum her
26/05/2022 15:00 - 29/05/2022 15:00(GMT+00:00)
Øster Løkke Trans
Tilmeld dig vores nyhedsbrev. Se flere kategorier på denne side ..
© Vaksa 2025. Alle rettigheder forbeholdt | Leveret af Base