Sunnudagin 18. november kl. 11:00-16:00
Vælkomin til ein heilan dag í kvirru, sinnisró og hvíld.
Ein dagur halgaður djúphvíld, sinnisvenjingum, náttúru og vælveru.
Vit arbeiða á máttuni við serligum venjingum, sum fremja djúphvíld. Vit gera venjingar við kropsskanning og andadrátti.
Arbeitt verður við tilviti, mindfulness-sinnisvenjingum og øðrum stillandi sinnisvenjingum.
Við kønari vegleiðing kemur tú inn í kvirruna. Farið verður út at ganga í náttúruni, og arbeitt verður við hug- og miðsavnan í kvirru í samband við náttúruna og við lívið sum heild.
Tú fært ein heilan dag í hvíld og kvirru, og tú fært amboð og venjingar heim við til gerandisdagin. Dagurin er opin fyri øllum áhugaðum.
Kvirrudagurin verður í “Glasstovuni” hjá Vaksa í avbera vakra umhvørvinum á Velbastað.
Skift verður millum inni- og útivenjingar.
Undirvísari: Birita Nolsø
Kostnaður: 550 kr.
Tilmelding: tilmelding@vaksa.fo
AVMARKAÐ PLÁSS