Ársins Summar-Retreat 2020

/Ársins Summar-Retreat 2020

august, 2020

04aug(aug 4)19:3008(aug 8)14:00Ársins Summar-Retreat 2020

Útgreining

Ársins Summar-Retreat í Elduvík 2020 er fullteknað

Tað gleðast vit sera nógv um og ynskja samstundis bjóða tær, sum møguliga hevur áhuga í hesum og sum ikki hevur meldað til í summar, um at senda okkum ein teldupost, tí vit umhugsa at skipa eitt eyka retreat, um hetta hevur áhuga, møguliga einaferð seint á sumri ella á heysti 2020. Tú ert eisini vælkomin at koma á ein bíðilista, um eitt avboð skuldi komið.

Tit fáa nærri kunning um tíð og stað. Tit eru somuleiðis vælkomin við møguligum ynskjum og uppskotum.

Tað verður 4.-8. august í 2020 í Elduvík.

Retreatið 2020 verður týsdagin 4. august til leygardagin 8. august. Tað merkir at vit við hesum fáa heilar fýra intensivir dagar við venjing, hugdýping og vítt til veggja, bæði inni og úti. Á hesum skeiðinum sameina vit meditativa venjing innan empati og sinnisvenjing við áhaldandi venjingum og náttúru í fjøllunum kring Elduvík. Byrjað verður við felags morgunmati, síðani er morgunmeditatión og frálæru. Seinnapartar nýta vit til venjing, meditativar náttúruupplivingar og frálæru. Tíð verður til hvíld, og um kvøldið skipa vit aftur fyri frálæru, upplivingum og venjingum. Tíð verður sett av til dreymatýðing.

Av tí at stórur áhugi er fyri hesum skeiði, er “først til mølle” galdandi. Tað merkir at endaligt pláss er tryggjað, tá tilmelding er móttikin, plássið váttað, og depositum à 1000 kr. er goldið.

GG! Avmarkað pláss.

Staður: Elduvík
Tilmelding: tilmelding@vaksa.fo
Undirvísari: Henrik Krag og Birita Nolsø
Kostnaður: Kr. 3.985,- írokna frálæru, kost og logi.

DANSK VERSION: Hent pdf filen med dansk version her … | Se folderen om retreatet på Færøerne …

Nær

4 (Týsdag) 19:30 - 8 (Leygardag) 14:00

Hvar

Pershús, Elduvík

Elduvík, Eysturoy, Færøerne

X