Um

Vaksa er en frálæru- og menningarpallur, sum bjóðar skeið, retreat, viðgerð og aðra frálæru til bólkar, einstaklingar og arbeiðspláss í Føroyum og í Danmark.

 

Vaksa var stovnað í 2015 og er rótfest í Føroyum og í Danmark. Birita Nolsø eigur og rekur Vaksa.fo. Birita brennir fyri orku- og sinnivenjing, fyri góða parlagnum og fyri kvinnumenning. Hon vil fegin læra frá sær um lívsorku, venjing av sinninum, menning og um tað djúpa í hjartanum.

Hon hevur fleiri enn 25 ára langar royndir í frálæru, miðlan og samskifti og hevur millum annað skipað og leitt eina ørgrynnu av prosessum, skeiðum, verkstovum, døgum, verkætlanum og stevnum. Hesi seinastu 12 árini hevur hon fingist sera nógv við mindfulness, kvinnu- og parmenning, meditatión og orkuviðgerð.

Í Vaksa sameinir hun evni, royndir og vitan um orku, samskifti, samstarv, kærleika,  munagóða venjing av sinninum og um rørslu. Í 2020 kom hennara fyrsti bóklingur um sinnisvenjing FLUFFY út á føroyska bókamarknaðin. Saman við maka og samstarvsfelaga, Henriki Krag, hevur Birita samskrivað og ritstjórnað felags bókina 5 HJERTEFØLELSER, sum kom út í 2018. Tey hava eisini í felag ment HeartWake ljóðamboðið, sum fæst ókeypis her á síðuni.

Birita hevur eisini  starvast á Visit Faroe Islands og fingist við burðardygd, PR, útgávur og vøru- og ferðamálsmenning. Hon hevur drúgvar royndir í almennari fyrisiting og hevur starvast sum fulltrúi og umsitið m.a vinnuframa, mentanarframa, HR, menning, førleikamenning og nýhugsan.

Birita og Henrik eru búðsitandi í Danmark og eru bæði knýtt at deplinum Vækstcenteret og fáa javnan frálæru í meditatión hjá Jes Bertelsen.

Bæði virka tó óheft og skipa sín egna frálæruhátt og sítt egna skeiðvirksemi. Talan er um eina opna meditatiónsvenjing, sum á mangan hátt minnir um mindfulness – við venjing av kropstilviti, andadrátti og vanligari sinnisvenjing – tó við serligum denti á viðføddu eginleikarnar í hjartanum og persónliga menning.

Frálæran í meditatión er óheft átrúnarliga, fleiri luttakarar eru trúgvandi. Flest øll ið fáast við meditatión kenna tað, ið størri enn vit. Soleiðis kann hendan frálæran natúrliga sameinast við átrúnaðarliga menning og virksemi.

Samstarvið við Henrik Krag

Henrik er av og á gestaundirvísari á Vaksa. Tað eru serliga skeið og retreat um parlív og meditatión, sum Birita og Henrik samstarva um. Fastur táttur eru Summar-Retreatini í Føroyum, par-skeiðini í Danmark og ávísar meditationsbólkar og tema-dagar av ymsum slagi. Henrik er útbúgvin filosoffur við serfrøði í dýpdarsálarfrøði og er uttan iva, við sínum 35-ára- longu yrkisroyndum sum undirvísari í persónligari menning og meditatión, ein hin mest royndi undirvísarin í Føroyum innan júst hetta virkisøkið. Hann hevur skrivað tríggjar bøkur og fæst dagliga við frálæru, coaching – eisini online – og supervision av leiðslum – einamest í Danmark, har eitt nú hann leiðir hópin av bólkum. Innan Vaksa var Henrik javnan í Føroyum og leiddi ein fastan meditatiónsbólk í nógv ár.

Birita Nolsø
Birita Nolsø

Birita Nolsø eigur og rekur Vaksa.fo og hevur 25-ára langar royndir í frálæru, samskifti og samskipan. Hon leiðir kvinnubólkar, skipar verkstovur, og heldur sonevnd retreat í Føroyum og í Danmark. Hon arbeiðir eisini við OrkuViðgerðum. Birita brennir fyri orku- og sinnivenjing, fyri góða parlagnum og fyri kvinnumenning. Hon vil fegin læra frá sær og deila sína vitan um lívsorku, venjing av sinninum, kvinnuleika, menning og um tað djúpa í hjartanum.

Birita hevur skipað og leitt eina ørgrynnu av prosessum, skeiðum, verkstovum, døgum, verkætlanum og stevnum. Hesi seinastu 12 árini hevur hon fingist sera nógv við mindfulness, kvinnu- og parmenning, meditatión og orkuviðgerð.

Hon hevur útbúgving í altjóða ferðavinnu, leiðslu, umsiting og samskifti.

Í Vaksa sameinir hun eginleikar, førleikar, royndir og vitan um orku, rørslu, kærleika, parlív og djúptøkna venjing av sinninum og hjartanum. Í 2020 kom hennara fyrsti bóklingur FLUFFY út á føroyska bókamarknaðin. Tak 6 ljóðfílur við venjingum niður ókeypis her. Saman við maka og samstarvsfelaga, Henriki Krag, hevur Birita samskrivað og ritstjórnað felags bókina 5 HJERTEFØLELSER, bókin kom út í 2018. Tey hava eisini í felag ment HeartWake ljóðamboðið, sum eisini fæst ókeypis her á síðuni.

Birita hevur eisini  starvast á Visit Faroe Islands og fingist nógv við burðardygd, útgávur og vøru- og ferðamálsmenning. Hon hevur drúgvar royndir í almennari fyrisiting og hevur starvast sum fulltrúi og umsitið m.a vinnuframa, mentanarframa, HR, menning, førleikamenning og nýhugsan.

Birita og Henrik eru búðsitandi í Danmark og bæði eru knýtt at deplinum Vækstcenteret og fáa javnan frálæru í meditatión hjá Jes Bertelsen. Teirra frálæra í meditatión er óheft átrúnaðarliga, tó fleiri luttakarar eru trúgvandi og kenna til tað, ið er størri enn tey.

Ein stórur partur av frálæruni snýr seg um persónliga djúpmenning, serkøna vitan um samlív og kærleika, vitan um orku, um kroppin og um venjing av sinninum.

Henrik Krag

Henrik Krag er gestaundirvísari hjá Vaksa. Henrik er útbúgvin heimsspeki við serfrøði í djúpsálarfrøði. Í meira enn 17 ár hevur hann vitjað í Føroyum og veitt frálæru í meditatión og sjálvsmenning.

Við fleiri enn 30-ára-longum undirvísingarroyndum í meditatión og persónligari menning í skjáttuni, er Henrik uttan iva ein hin mest royni á hesum økinum. Henrik er næmingur hjá Jes Bertelsen og er knýttur at Vækstcentrinum, sum er ein miðdepil innan menning og meditatión í Nørre Snede, Danmark.

Henrik veitir supervision og hevur dagliga viðtalur við pør og einstaklingar kring persónliga menning, meditatión og parlív. í ávísum føri ber til at fáa online frálæru. Henrik supervisor hjá ávísum leiðslubólkum, eitt nú hjá Hospice-leiðslum í Danmark. Hann virkar somuleiðis sum persónligur coach hjá stjórum.

Undirvísingin hjá Henrik er sjálvstøðug og djúptøkin. Hon hevur sítt støði í námsfrøðuligu kjarnuni, ið er sprottin úr 40-ára longu frálæruni hjá Jes Bertelsen. Frálæra er væl grundað á vísundaliga gransking úr vesturheiminum og er sameind við lívslangar royndir innan økið.

Henrik Krag hevur skrivað bøkurnar: “Selvudvikling for det hele menneske, fra men til og”;  “overLEV i parforholdet” og “5 HJERTEFØLELSER“; sum er samskrivað saman við maka og samstarvsfelaganum Biritu Nolsø.