Sending um parlagið Kringvarp Føroya
Parlagið er eitt evni og øki í tilveruni, sum áhugar og upptekur nógv av okkum. Vit lesa, granska, kanna, kjakast og tosa um, hvussu parlagið virkar, og hvussu ein fær tað at rigga á best møguligan hátt.
Nógv, sum eru í parlagi, sammeta sítt parlag við onnur parløg, og eru vit støk og ynskja okkum ein maka, hava vit hugsanir um, hvussu hetta parlagið skuldi verið.
Eins mangar hugsanir og ynskir, ætlanir, væntanir og dreymar eru í mun til parlagið, eins mong sløg av parløgum finnast. Tí sum kunnugt er tíbetur ongin av okkum líka, og sjálvsagt er tískil eisini ymiskt, hvussu vit menniskju tilvitað og ótilvitað skipa okkara parlív, um vit hava eitt slíkt.
Sissal Kampmann legði sendingina til rættis.