leyg07okt13:00leyg18:00TANTRA – ein byrjan
TANTRA er tíverri mangan eitt neiligt og til tíðir dálkað orð. Hetta er eitt sera harmiligt mistak! Tí TANTRA er ein vegur og ein møguleiki at sameina tað, sum vit øll í
TANTRA er tíverri mangan eitt neiligt og til tíðir dálkað orð.
Hetta er eitt sera harmiligt mistak!
Tí TANTRA er ein vegur og ein møguleiki at sameina tað, sum vit øll í roynd og veru sakna í einum góðum parlagi: møguleikan at sameina kynslív, kærleika og sinn. Og at uppliva og deila tað stóra, vakra og trupla við virðing, áliti og hjarta.
TANTRA kann lyfta støðið í kærleikslívinum, geva lív, álit og stuðul, eisini í mun til tað trupla í parlagnum.
Við TANTRA hevur parið møguleikan at skapa eitt nýtt og betri samband sínámillum. Tað snýr seg í stóran mun um at rúma ymisleika, at virka tilvitað og soleiðis fáa gleðina av tí polariteti, sum mangan er í einum parlagi.
TANTRA er somuleiðis ein sera vakur lívshugburður. Tað snýr seg nógv um at læra at handfara og rúma orku – alt slag av orku – við skynsemi. Tað snýr seg um at vera opin og at hava álit. At fáa økta gleði og meining. Og at hava hjarta við sær í gerandisdegnum.
Við skiftum millum frálæru og smærri venjingar viðgera vit millum annað hesar spurningar: hvat er TANTRA? Hvussu betra vit samlív og samskifti ? Hvussu handfara vit ósemjur? Hvussu økja um gleðina, álitið og spontanitetin? Og hvussu kunnu vit sameina kynslív, hjarta og sinn?
Á hesum fyrsta skeiðinum fyri pør, fáa tit eina innleiðslu í TANTRA.
Tit koma saman at arbeiða við andadrátti, venjingum, samskifti og sambandi tykkara millum og tit fáa ítøkilig amboð, sum kunnu betra samlívið og geva parlagnum fleiri streingir at spæla á.
Tað er kynslív, kenslur og sinn, sum samspæla. Tað er kenslan av meining og lívsleið.
Arbeiðir tú við persónligari menning, tilviti og/ella meditatión, er tað eitt høvi at fáa parlívið við í hetta arbeiðið. Tað er tó eingin treyt.
Tit eru í einum tryggum umhvørvi, og tú arbeiðir bert saman við tínum maka. Tó eru tit saman við øðrum pørum, og møguleiki er at seta spurningar í bólkinum. Áhugi og opinleiki er einasta treyt.
Verði í góðum bleytum klæðum, tí vit koma at sita á gólvinum av og á. Kanska er gott at hava heitar hosur, pútu at sita á og eitt teppi við. Avmarkað pláss og luttøka.
Undirvísarar: Birita Nolsø og Henrik Krag
Kostnaður: 1200 kr. fyr parið. 600 kr. fyri hvønn
Dato: Leygardagin 7. oktober kl. 13 – 18
Staður: Kimi yviri við strond 21
Tilmelding: tilmelding@vaksa.fo
07/10/2017 13:00 - 18:00(GMT+00:00)
KIMI
Yviri við Strond 21, Tórshavn
Tilmeld dig vores nyhedsbrev. Se flere kategorier på denne side ..
© Vaksa 2024. Alle rettigheder forbeholdt | Leveret af Base