“Summar-hjørtu” Serstakt skeið fyri pør

Forside/“Summar-hjørtu” Serstakt skeið fyri pør

leyg10jun(jun 10)11:00sun11(jun 11)15:00"Summar-hjørtu" Serstakt skeið fyri pør

Útgreining

Nýtt!
Summarhjørtu: Skeið fyri pør 10. & 11. juni

Summarið er í nánd, og leygar- og sunnudagin 10. & 11. juni skipa vit fyri tveimum stimbrandi kærleiksdøgum, sum vit halga parlívinum.

Okkara væleydnaðu parkvøld eru farin aftur um bak hesa árshálvuna, og vit eru komin til hetta fyrsta vikuskiftisskeiðið fyri pør. Tveir dagar, ið varpa ljós á tað týdningarmesta í lívinum: Kærleikan.

Kærleikin og parlívið kann veruliga ríka okkara tilveru, blóma og vaksa saman og við okkum alt lívið.

Tað kann somuleiðis køva, og sum ringasta ódn herja á við kreppum og tvístøðum – ella bert fána og gerast ein gráur gerandisdagur. Og vit missa fótafestið. Og í ringasta føri hvønn annan.

Summarhjørtu skapar eitt rúm og ein møguleika at nøra og hjúkla um tað góða parlívið. Tað til parið, sum ynskir at merkja og skilja tað vakra og trupla kærleikslívið. Til tykkara, ið støðugt ynskja at vaksa og nøra um samlívið. Og støðugt mennast saman, og hvør sær.

Skeiðið er eitt høvi at koma hvør øðrum nærri, og eisini í truplum støðum, at skilja tær tvístøður og avbjóðingar, sum parlívið hevur í og við sær. Og soleiðis fáa eitt veruligt innlit í, hvussu kreppur av og á kunnu vera ein møguleiki at vaksa í kærleikanum til hvønn annan og til sín sjálvs.

Í hugnaligum og sera vøkrum umhvørvi verður frálæran eitt skift millum innlit, sálarfrøðiligt ástøði, lívsroyndir og venjingar. Talan er um eitt trygt og hugnaligt umhvørvi, har pørini nýta høvið at skifta orð og gera smáar venjingar saman. Arbeitt verður við fleiri løgum og sløgum av nærveru, sambandi, samskifti og samlívi.

Venjingarnar umfata kropp, andadrátt, hjarta, orku, samband og nærveru. Meditativ amboð, ið gagna parlívinum verða nýtt.

Luttakarar:

Hetta skeiðið er opið fyri nýggjum og royndum parløgum.

Einasta treyt er ynski um tað góða parlagið og ein opinleiki.

Undirvísarar:

Henrik Krag og Birita Nolsø

Kostnaður:

1000 kr. per persón (2000 kr. fyri parið). Íroknað er frálæra, matur og vanligir hentleikar.

Frálæra:

  • Leygardagin 10. juni kl. 11-17
  • Sunnudagin 11. juni kl. 11-15

Staður:

Úti á heyggi 16, Velbastaður.

Kunning & tilmelding:

Tilmelding á: tilmelding@vaksa.fo

Nær

10/06/2017 11:00 - 11/06/2017 15:00(GMT+00:00)

Hvar

Glasstovan

Úti á Heyggi 16

Other Events

Glasstovan

Get Directions