Dagsskeið í Elduvík: Orka til parlagið
Sunnudagin 8. november kl. 10:00 – 16:30 hjúka vit um parlagið.
Talan er um eitt opið dagsskeið í Elduvík fyri pør. Hendan dagin gera tit nakað gott fyri tykkum og tykkara parlag. Komið og fáið íblastur, amboð og upplivingar, sum ríka tykkara relatión. Tit fáa ein góðan og hugnaligan dag saman. Frálæran er eitt hóskandi bland millum ástøði, smærri venjingar sínámillum og reflektión.
Møguleiki er at njóta náttúruna kring Elduvík. Dagurin endar kl. 16:30, so tit hava stundir at koma út at eta ein góðan bita saman, ella kunnu njóta kvøldið heima.
Undirvísarar eru Henrik Krag og Birita Nolsø.
í 2018 góvu Henrik og Birita út bókina 5 HJERTEFØLELSER, ein bók um kærleikan og natúrligu eginleikarnir í hjartanum.
Sí stutta videobrotið frá Henrik um parlagið her.
Sí leinki til bøkurnar hjá Henrik Krag her.
Avmarkað pláss.
Tilmelding: info@vaksa.fo
Undirvísari: Henrik Krag og Birita Nolsø
Staður: Elduvík
Kostnaður: 1.475 pr. persón