Opið Meditatiónsskeið 26. – 28. november

Forside/Opið Meditatiónsskeið 26. – 28. november

frí26nov(nov 26)19:00sun28(nov 28)16:00Opið Meditatiónsskeið 26. - 28. november

Útgreining

Eitt lív við øktari orku og javnvág

Vælkomin til eitt opið meditatións- og menningarvikuskifti, ið hevur sítt støði í meira enn 30-ára longum undirvísingarroyndum innan hetta økið.

Skeiðið er opið fyri øllum og er skipað sum eksternat.

Yvirskriftin er – Eitt lív við øktari orku og javnvág -. Tú lærir hvussu tú við venjingum og meditatión kann økja, umsita, rúma, geva og sirkulera orku í øktari javnvág.

Tú venur miðsavnan, álit og sjálvshvíld, ið alt er avgerandi fyri einum størri opinleika til tín sjálvs, til lívið og til onnur rundan um teg.

Karmurin kring hetta skeiðið er framúr hugnaliga og friðsæla Elinarhús, ið stendur í náttúruvakra Havnardali. Her er ró, søga, djóralív og náttúra.

Tíðirnar fyri skeiðið eru hesar:

– Fríggjakvøld 26. november kl. 19 – 22
– Leygardagin  27. november kl. 10 – 17
– Sunnudagin 28. november kl. 10 – 16.

Undirvísarar: Henrik Krag og Birita Nolsø

Kostnaður: 2.800 kr.
Tilmelding: info@vaksa.fo. Bindandi tilmelding innan 31. oktober.
Staður: Elinarhús, undir Miðhorni 1, Tórshavn

Næsta meditatiónsskeið í Føroyum verður eftir ætlan vikuskiftið

18. – 20. februar 2022. Nærri kunning kemur seinni. Møguliga verður ein fastur bólkur skipaður aftaná skeiði í november.

Nær

26/11/2021 19:00 - 28/11/2021 16:00(GMT+00:00)

Hvar

Elinarhús

Other Events