Kvinnu-retreat í Kalsoy

Forside/Kvinnu-retreat í Kalsoy

frí21feb(feb 21)13:00sun23(feb 23)17:00Kvinnu-retreat í Kalsoy

Útgreining

Bert einstøk pláss eru eftir ! Vetrar-Retreat við kvinnum á útoyggj 21.-23. februar

Tað er hávetur og okkum tørvar hita, vælveru og fjálgleika. Kom við út á útoyggj og forkela tínar sansir: Hvíld, nærvera, náttúra, orka, meditatión, yin-yoga, qi-gong… eitt satt vetrar-vikuskifti á útoyggj saman við øðrum góðum kvinnum. Vit arbeiða við kvinnuligu rástyrkini, við innara og uttara lívinum, við ringrásum, orku og náttúru. Vit fara inn í kvirruna, njóta vælveruna, veturin, felagsskapin og arbeiða við javnvág og natúrligu kringrásini.

Royndir innan meditatión, mindfulness o.t. er ein fyrimunur, tó ikki treyt.

Undirvísari er Birita Nolsø við gesta-undirvísarum í Yin-Yoga: Ana Elisenda Holden-Peters.

Gist verður í summarhúsum og frálæran verður í bygdahúsinum.

Undirvísari: Birita Nolsø
Dagur: 21.-23. februar 2020
Staður: Kalsoy
Kostnaður: 2.895,- kr. (íroknað frálæru, vegleiðing, gisting og máltíðir)

Flutningur til/frá Kalsoy er ikki íroknaður.

Tilmelding: info@vaksa.fo.

Nær

21/02/2020 13:00 - 23/02/2020 17:00(GMT+00:00)