Oyggja-Retreat í Nólsoy

Forside/Oyggja-Retreat í Nólsoy

Oyggja-Retreat í Nólsoy

frí10mei(mei 10)19:00sun12(mei 12)16:00Oyggja-Retreat í Nólsoy

Útgreining

10.-12. mai 2024:

Hetta oyggja-retreatið er opið fyri øllum, ið hava hug at royna retreat-formin á ein lættan munagóðan hátt og í einum tryggum umhvørvi:

Vælkomin til eitt mini-retreat við dygdar frálæru, njóting, hugdýping og hvíld.

Eitt heilt vikuskifti halgað meditatión, venjing og kvirru.

Á hesum skeiðinum sameina vit rørslu í náttúruni, nærveruyoga, empati- og meditativa venjing í vøkru náttúruni úti í Nólsoy. 

.

Tú ert í tryggum og kønum hondum. Vit hava meira enn 15 ára langar retreat-royndir í Føroyum og frálæran hevur sítt støði í fleiri enn 35-ára longum frálæruroyndum í meditatión, mindfulness og djúpsálarfrøði.

Í døgunum 10.- 12. mai bjóða vit tær á eitt dygdar mini-retreat úti í Nólsoy. Skeiðið byrjar fríggjakvøldið kl. 19:00 og endar sunnudagin kl. 16:00.

Royndir í mindfulness, yoga, meditatión o.t. er ein fyrimunur, tó eingin treyt. Hetta oyggja-retreatið er opið fyri tykkum, ið hava hug at royna retreat-formin á ein lættan munagóðan hátt og í einum tryggum umhvørvi.

Innihaldið minnir um okkara ársins summar-retreat í august, bert í eini styttri útgávu – frá fríggjakvøld til sunnudag kl 16.

Mini retreatið byrjar við stuttari meditatión og intro fríggjakvøldið 10. mai kl. 19:30. Hinar báðar dagarnar verður byrjað við felags orkuvenjing og rørslu, síðani er morgunmatur, morgunmeditatión, frálæra og venjingar. Seinnapartar nýta vit til túrar í náttúruni við hugdýping og viðkomandi venjingum. Tíð verður eisini sett av til at hvíld og tøgn. Um kvøldi skipa vit fyri tiltaki og frálæru fram til kl. 22:00.

Tíð verður sett av til dreymatýðing við Henriki Krag, heimsspeki við serfrøði í djúpsálarfrøði og drúgvum frálæruroyndum í dreymatýðing. Allar rørslu- og orkuvenjingar eru við Biritu Nolsø, ið sjálv er hálvur nólsoyingur. Hon hevur fleiri enn 20-ára langar frálæruroyndir í rørslu og dansi. Vit arbeiða eisini á yogamáttuni við serstøkum orkuvenjingum.

Undirvísarar eru Henrik Krag og Birita Nolsø. Frálæran er á donskum, tó tosar Birita sjálvandi eisini føroyskt.

Tilmeldingarfreistin er 1. februar 2024

GG: Vit mæla tykkum føroyingum til at melda til í góðari tíð, tí vit vænta eisini luttakarar úr m.a. Danmark, sum vanliga melda til í sera góðari tíð. Plássið er endaligt tryggjað, tá tilmelding er móttikin, plássið váttað skrivliga og depositum à 1000 kr. goldið.

Staður: Látrið, Nólsoy
Tilmelding: info@vaksa.fo
Undirvísari: Birita Nolsø og Henrik Krag. Les meira um undirvísararnar her

Kostnaður: 3.630 kr. íroknað fult skeið, frálæru, máltíðir og gisting í húsum í bygdini.

Les meira um oyggja-retreatið her (pdf áveg)

Nær

10 (Fríggjadag) 19:00 - 12 (Sunnudag) 16:00