Lívsorka og meditatión

Forside/Lívsorka og meditatión

frí16sept(sept 16)10:00sun18(sept 18)15:30Lívsorka og meditatión

Útgreining

Vikuskiftisskeið í Elduvík í løttum retreat formi

Innlit,venjing og royndir í innaru og uttaru lívsorku.

Tú lærir at uppbyggja, rúma og nýta lívsorku til gagn og njóting í gerandisdegnum.

Í døgunum 16. – 18. september kanst tú njóta 3 heilar dagar náttúruvøkru Elduvík.

Á skeiðnum tú fært tú høvi at hugdýpa, hvíla, meditera, venja og njóta.

 

HVAT?

Eitt mini-retreat, ið tekur støði í fleiri enn 25-ára longum frálæruroyndum í sjálvsmenning, menning, rørslu, orkuvenjing og djúpsálarførði. Retreatrútman er bleyt og rólig, og tú fært eisini stundir til egintíð og hvíld.

 

HVUSSU?

Tú fært tríggjar heilar dagar í friði til hugdýping, bæði innan- og uttandurða. Á skeiðinum sameina vit meditativa venjing í empati og tilviti við áhaldandi venjingum, náttúru og ymsum kropsorkuvenjingum.

Ein vanligur dagur sær nakað soleiðis út:

Vit byrja við felags orkuvenjing, tað kann vera yinyoga, náttúruvenjing ella orkuvenjingar við tónleiki. Síðani er morgunmatur, stutt morgunmeditatión og so frálæra fram til miðmálan.

Seinnapartin nýta vit til nátturu, hugdýping, nærveruvenjingar av ymsum slagi og møguliga eisini til kreativa hugdýping.

Síðani er hvíld og egintíð. Um kvøldið skipa vit ofta fyri ymsum hóskandi tiltøkum, tað kann vera ein felags dreymaferð, krops- ella orkuvenjing ella annað meditativt tiltak.

Hvønn dag eru ymisk sløg av kropsvenjingum, ið ikki krevja at tú ert í góðari venjing. Talan er um bleyta venjing, náttúruvenjingar ella ymsan vegleiddan orkudans.

Tíðir: Skeiðið byrjar kl. 10:00 fríggjamorgun og endar kl. 15:30 sunnudagin.

 

TILMELDING

Prísur: Kr. 3.450 kr. pr. person. Gjaldið er íroknað frálæru, einfalda gisting í húsum fríggjadag til sunnudag, hitapott og máltíðir.

Ynskir tú at koma hóskvøldið, ber tað til við einum eyka gjaldi á 350 kr.

Gistir tú hóskvøld til mánadag er prísurin tilsamans 4100 kr. íroknað frálæru, einfalda gisting, hitapott og máltíðir.

Obs: Nordiske gæster overnatter 15.-16 sept & 18.-19 sept så det passer med fly og kursusflow: Se pris og info på den danske Vaksa kalender her.

Stað: Pers hús Elduvík
Tilmelding: info@vaksa.fo
Undirvísarar: Henrik Krag og Birita Nolsø

 

RETREAT ATLIT

Fyri at fáa mest møguligt burtur úr einum mini-retreati og við atliti til hendan serstaka skeiðformin, gera vit vart við at málið við retreat er í størst møguligan mun at kvetta samband við umheimin í nakrar dagar. Vit mæla til at tú tryggjar tær at tíni gerandis gerðamál eru varðveitt av øðrum, soleiðis at tú kanst fáa neyðuga friðin. Vit heita á øll um at halda økið  mobil og teldu- og tíðindafrítt frá skeiðsbyrjan til enda. Eitt neyðnummar verður latið tykkum. Nummarið kunnu tit geva tykkara nærmastu familju og vinum, so tú sjálv/ur trygt kann sløkkja telefonina. Vit plaga at taka nakrar myndir og senda tykkum hesar aftaná skeiðið, so tær nýtist ikki at hugsa um hetta.

HVØR?

Skeiðið er opið fyri nýggjum og royndum luttakarum. Einasta treyt er opinleiki og áhugi.
Hevur tú spurningar, skriva til info@vaksa.fo.

UM Undirvísarar

Í meira enn 35 ár hevur undirvísari og rithøvundi  Henrik Krag undirvíst í meditatión, djúpsálarfrøði og sjálvsmenning. hesi seinast 15 árini hevur Henrik verið fastur undirvísari í Føroyum.  Árligu summar-retreatini í eitt nú Elduvík eru sprotting úr hesi undirvísingarkjarnu og eru vorðin fastur táttur í Føroyum.

Í 2014 fór Henrik undir eitt samstarv við Biritu Nolsø, ið rekur Vaksa.fo í Føroyum og nú eisini í Danmark. Birita og Henrik undirvísa í felag og eisini hvør sær. Bæði eru tætt knýtt til danska vakstrardepilin fyri sjálvsmenning og meditatión ‘Vækstcenteret’ í Nørre Snede. Birita og Henrik eru bæði í áhaldandi intensivari venjing hjá Jes Bertelsen, leiðara og stovnara av deplinum. Henrik var samman við Jes og fáum øðrum við til byrja og byggja  depilin afturi í 80’unum.

Birita Nolsø hevur í yvir 25 ár javnan undirvíst  á ymsan hátt í dansi, orku og kroppi. Hesi seinastu 10 árini hevur hon lagt høvuðsdentin á krops- og orkujavnvág, orkudans og venjing, yin-dýping, nattúru-yoga og tilvit.  Síðani 2011 hevur Birita í umførum verið knýtt at ‘Vækstcenteret’. Birita er búsitandi í Nr. Snede og vitjar javnan í Føroyum.

í desember 2020 gav Birita út sína fyrstu bókaútgávu. Tað var bóklininguri: FLUFFY, ein neyvur leiðbeinari til mindfulness og sinnisvenjing.

í 2018 kom bókin  5 HJERTEFØLELSER út. Bókin er úrslitið av einum eitt samstarvi millum Henrik og Biritu.  Henrik hevur eisini skrivað bøkurnar: “overLEV i parforholdet” og “Selvudvikling for det hele menneske, fra men til og”.

 

 

Nær

16/09/2022 10:00 - 18/09/2022 15:30(GMT+01:00)

Hvar

Pershús, Elduvík

Elduvík, Eysturoy, Færøerne

Other Events

Get Directions