Kvirrudagur í Vágum: Náttúra & nærvera til kropp og sinn

Forside/Kvirrudagur í Vágum: Náttúra & nærvera til kropp og sinn

sun19nov10:00sun15:30Kvirrudagur í Vágum: Náttúra & nærvera til kropp og sinn

Útgreining

Sunnudagin 19. november kl. 10 – 15:30 bjóða vit tær til ein heilt serligan dag, til eitt heilt serligt stað. Tað er summarhúsið úti á Trøð, sum veitir karmin kring frálæruna.

Í einastandandi vakra umhvørvinum, við opnum útsýni til máttmikla atlantshavið og stórbæra Trøllkonufingur, fara til at ganga og nýta dagin í tøgn og í talu.

Dagurin bjóðar tær innan- og uttandurað venjing fyri kropp og sinn.

Vit arbeiða við at sameina kropp, andadrátt, sinn og sansir. Og læra at lurta inneftir og úteftir. Vit arbeiða við mótsetningum. Og við at vera við og í sær sjálvum í náttúruni. Skift verður millum liggjandi, sitandi og gangandi venjingar.

Ein størri partur av degnum verður í kvirru.

Havið egnan matpakka, góð gonguklæðir, teppi og drekkidunk við. Eigur tú egna yogamáttu, ert tú vælkomin at taka hana við. Gott er at vera í bleytum klæðum.

Vit bjóða morgunmat, te, kaffi og lættar góðbitar.

Kvirrudagur er fyri øll, sum hava áhuga í mindfulness, meditatión, yoga og sinnisvenjing. Tað er somuleiðis eitt høvi hjá gongu/náttúrufólki at fáa innlit í nýggjar hættir at vera í og við náttúruni.
Undirvísari er Birita Nolsø, sum á tryggan hátt leiðir dagin inn í kvirruna. Birita hevur seinastu árini arbeitt sera umfatandi við sinnisvenjing, tilviti og meditatión. Saman við áralangum royndum innan rørslu og dans, sameinir kvirrudagurin ein part av hesum lívsroyndum.

Bjørk Gudmunsen samskipar karm og vistaveitingar.

Dato/tíð/stað: Sunnudagin 19. nov. kl. 10 – 15:30. Summarhúsið úti í Trøð Sandavágur, við útsýni yvur Trøllkonufingur.

Kostanður: 600 kr. (550 um tú eisini meldar til verkstovuna 5. oktober)

Tilmelding: tilmelding@vaksa.fo

Nær

19/11/2017 10:00 - 15:30(GMT+00:00)