Kvinnuskeið við Gjógv: Frumkraft og náttúra

Forside/Kvinnuskeið við Gjógv: Frumkraft og náttúra

frí30apr(apr 30)13:00sun02mai(mai 2)14:00Kvinnuskeið við Gjógv: Frumkraft og náttúra

Útgreining

Heilsa, orka, hvíld, náttúra & menning í einum

 

Til allar kvinnur !

Unna tær sjálvari eina uppiborna mini-feriu. Lær nakað nýtt, fá íblástur, et heilsugóðan mat og njót tilveruna saman við øðrum góðum kvinnum á Gjáargarði.

Á hesum kvinnuskeiðnum lærir tú grundleggjandi mindfulness sameint við vælveru og vakra náttúru við Gjógv.

Fyrsta dagin er lending og innleiðsla. Kl. 14.00 er innskriving og kl. 15.00 fáa tit eitt lítið ábit og hittast til vælkomin. Síðani er egintíð og hvíld. Kl. 17.00 er frálæra við venjingum og tit njóta eina heilsgóða máltíð. Um kvøldið er frálæra, síðani er kvirra í Gjáar kirkju við presti og kvøldið endar við nærverukonsert við Guðrið Hansdóttir og góðanátt venjing.

Leygarmorgun er mjúk úrspenning, og tit vakna væl til góðar dansivenjingar. Er veðrið til vildar verður hesin parturin niðri í gjónni. Síðani er heilsugóður morgunmatur. Aftaná morgunmatin er frálæra við støði í nýggja bóklinginum “FLUFFY – ein neyvur leiðbeinari til mindfulness og sinnisvenjing” hjá Biritu Nolsø, rithøvunda og undirvísara.

Vit leita aftur til okkara frumkraft, sleppa spenningum og venja kropstilvit, andadráttar- og sinnisvenjingar, ið geva tær meira orku, økta javnvág, miðsavnan, kensluligan treystleika og nærveru í gerandisdegnum.

Venjingar í vakra umhvørvinum við Gjógv er partur av skeiðnum. Tíð er sett av til hvíld og innhugsan. Leygarkvøldið er tiltakið “Kreativitetur & Mindfulness”.

Sunnudagin endar frálæran kl. 12.30, tit njóta ein felags miðmála saman og skeiðið endar kl. 14.00.

Tað er Greengate Incoming, sum í samstarvi við Gjáargarð og Vaksa samskipar kvinnuskeiðið.

Kostnaður: 4.098 kr. íroknað skeið, tilfar, heitur pottur, gisting í dupultkamari og heilsugóða matarveiting. Allar máltíðir, eisini ábit til steðgir fyrra- og seinnapartar og drekkamunnar um kvøldi, eru íroknaðar.

Prísur í einakamar: 4.498 kr.

Tilmelding: info@greengate.fo

Undirvísari: Birita Nolsø, rithøvundi og undirvísari. 

 

SKRÁIN

Fríggjadagin 30. apríl (Dýra biðidag)

kl. 13 – 14 Innskriving

kl. 14.00 Vælkomin

kl. 17.00 Skeiðsbyrjan

Kl. 18.00 Løtt máltíð

kl. 19.-19:40 Frálæra

kl. 20:00 Kvirra í kirkjuni við presti

kl. 21:00 Nærverukonsert v/ Guðrið Hansdóttir

kl. 21:45 Góðanátt venjing

 

Leygardagin 1. mai

kl. 8.00 Morgunvenjing:

Úrspenning og dansivenjingar.

kl. 9.00 Morgunmatur.

Kl. 10 – 12.30 Frálæra við venjingum

Kl.12:30 – 13.30 Miðmáli

Kl. 14 – 16.30 Frálæra framhald:

Náttúra og venjingar úti

Kl. 16 – 18.30 Heitir pottar & hvíld

Kl. 19.00 Døgurði

Kl. 20.30 Kvøldartiltak:

Kreativitetur & mindfulness

kl. 22.00 Góðanátt venjing

 

Sunnudagin 2. mai

kl. 8:00 Morgunvenjing

kl. 9.00 Morgunmatur

kl. 10.00 Frálæra við venjingum

kl. 12:30 Miðmáli

kl. 14:00 Skeiðið endar

 

UM UNDIRVÍSARAN

Birita Nolsø eigur og rekur Vaksa.fo, sum bjóðar skeið, vegleiðing, tiltøk og amboð til frama fyri menning, mindfulness og meditatión. Birita hevur arbeitt nógv við burðardygd, eisini í ferðavinnuni. Hon hevur meira enn 20 ára langar royndir í frálæru og hevur seinastu 10 árini burturav fingist við sinnisvenjing, kropsvenjing, mindfulness og meditatión.

Birita hevur drúgvar royndir í HR, toymis-, verkætlanar- og prosessleiðslu og hevur m.a. skipað, leitt og ment eina ørgrynnu av skeiðum, verkætlanum, tiltøkum og evnis- og starvsfólkadøgum, eitt nú í landsfyrisitingini.

Í desember 2020 kom bóklingurin Fluffy – ein neyvur leiðbeinari til mindfulness og sinnisvenjing út. Bóklingurin er partur av frálærutilfarinum á skeiðnum. Birita hevur eisini, saman við manni sínum Henrik Krag, eitt nú ment heilsufremjandi ljóðamboð og ritstjórnað bókina 5 HJERTEFØLELSER, sum kom út í 2018.

Nær

30/04/2021 13:00 - 02/05/2021 14:00(GMT+01:00)

Hvar

Gjáargarður

Other Events

Gjáargarður