september, 2017
Aftuvendandi tiltak19/10/2017 20:00
hós07sept20:00hós22:00Kvinnur: Dansa! Úr høvdinum og niður í kroppin

Útgreining
Tað er Birita Nolsø, sum leiðir hetta dansikvøldið í Kimi. Birita sameinir við hesum sínar royndir innan kropp, dans, orku og meditatión. Hetta er kvøldið, har vit brúka og fáa
Útgreining
Tað er Birita Nolsø, sum leiðir hetta dansikvøldið í Kimi. Birita sameinir við hesum sínar royndir innan kropp, dans, orku og meditatión. Hetta er kvøldið, har vit brúka og fáa orkuna – okkara upprunaligu lívsorku: Tað er gleði, tilvit, lív og orka uttan tankameldur. Tað snýr seg um at sleppa spenningum og koma heim til sín sjálvs:
At merkja kroppin, lívsorkuna, gleðina, neistan, hjartað, kreativitetin og møguleikarnar.
Við vegleiðing og feitum rútmum dansa vit okkum úr høvdinum og niður í kroppin.
Endað verður við djúphvíld.
Kvinna og hugin til dans er einasta treyt. Tilmelding neyðug.
Heinta pdf-fíl um tiltakið her …
Dato: hóskvøld 7. september – 19. oktober & 16. november kl. 20 – 22.
Kostnaður: 500 kr. fyri øll kvøldini, ella 200 fyri kvøldið.
Staður: Kimi dansisalur Yviri við Strond 21
Tilmelding: tilmelding@vaksa.fo
Nær
(Hósdag) 20:00 - 22:00
Hvar
KIMI
Yviri við Strond 21, Tórshavn