Kvinnubólkur – kvinnustyrki

Forside/Kvinnubólkur – kvinnustyrki

Aftuvendandi tiltak

Kvinnubólkur - kvinnustyrki

sun08mar13:00sun17:00Kvinnubólkur - kvinnustyrki

Útgreining

Nøkur pláss eru tøk í hesum nýggja bólkinum fyri kvinnur.

Tað er alt ov nógv neilig Trump-orka og alt ov lítið av kvinnustyrki og orku í øllum heiminum, eisini í Føroyum.

Hevur tú hug at vera partur av einum felagsskapi sum arbeiðir við kvinnuligu orkuni, innari styrki, rótfesti, mótstøðuføri, nærveru, meditatión, rørslu, kropsvenjing, javnvág, lívsorku, náttúru og persónligari menning, so kann hesin bólkurin vera nakað fyri teg.

Undirvísari er Birita Nolsø og frálæran fer fram í Glasstovuni á Velbastað.
Kostnaður 1.595 kr. fyri allar dagarnar.
Tilmelding: info@vaksa.fo.

Nær

(Sunnudag) 13:00 - 17:00(GMT+00:00)