Hóskvøldið 10. august kl. 20 – 21:30 í Kimi – yviri við strond 21.
Vit finna aftur til okkara upprunaligu lívsorku.
Tað er gleði, tilvit, lív og orka uttan tankameldur.
Hetta kvøldið snýr seg um at koma heim til sín sjálvs:
At merkja kroppin, lívsorkuna, gleðina, neistan, hjartað,
kreativitetin og møguleikarnar.
Við vegleiðing og feitum rútmum dansa vit okkum úr høvdinum og niður í kroppin.
Endað verður við stuttari hvíld.
Kvinna og hugin til dans er einasta treyt.
Tilmelding er neyðug.
Tilmelding: tilmelding@vaksa.fo
Kostaður: 150 kr.
Undirvísari: Birita Nolsø
Stað: Kimi