Eg sá eitt videobrot, eitt av teimum betru, ið hava ein boðskap, sum er meira enn tú og eg. Í endanum av brotinum var ein tóm talva. Ein innbjóðing til at viska alt tað, sum farið var burtur – og at byrja av nýggjum. Ein sterk mynd. Hendan tóma talvan við ongum orðum, eingin byrjan og eingin endi. Bert eitt opið óskapað landslag.
Júst nú tørvar okkum tómar talvur. Opin sinn, nýggjar tankar og loysnir uttan metingar, fordómar ella fortíðarinnar hvassa penn. Heimurin – móðir jørð tørvar hesar reinu og kláru talvur. Menniskjan – vit – hava tørv á hesum talvum; og vit hava øll eina, sum vit kunnu viska burtur í brotum ella løtum. Og júst slíkar løtur gera allan munin. Tí júst slíkar løtur, tá talvan verður viskað, ja, tá ber til at bróta við tína gomlu vanahugsan, at síggja alt klárari, reinari og betri. Og tá ber til at umskapa – og at broyta heimin. Tað ljóðar kanska nakað fjart og tó so er tað heilt nær, tí alt hetta fer fram innan í okkum.
Tað snýr seg einfalt um at lata eyguni upp, merkja andadráttin og lata sinn, tankar og kenslur vera eina løtu – eygleiða fullu talvuna og lata hana vera. Lat títt fokus hvíla á óskrivða blettinum á talvuni – júst har, sum einki enn er skrivað. Lat tað sleppa framat eina løtu. Og lat tað vaksa.
Tí tað er júst har, í hesum opna rúminum, ella á hesi tómu talvuni, at tú hevur møguleikan at vera og virka meira vakin. Við einum opnum sinni og hjarta ber til at virka fyri tí, sum er størri enn bert tú, tín familja, ella títt land. Tú hevur møguleikan at virka fyri tí, sum røkkir langt út um øll landamørk og sum er so nógv størri enn tú.
Samstundis kann hetta vera ein møguleiki at bróta ein elalítlan heimavana. Ein vana, sum tín fulla talva hevur forða tær í at bróta øll hesi árini. Tað er alt frá at vakna øðrvísi um morgunin, vera takksom, vinsom, sýna álit og vera meiri nærverandi, at hitta fólki á gøtuni av nýggjum, ella at vera meira tilstaðar millum tey menniskju, sum tú ert saman við. Tóma talvan gevur dómaranum – tí innara og uttara – frí hesa løtuna. Tú fært møguleikan at síggja teg og onnur við nýggjum eygum.
Og júst tá kunnu stórir tankar koma. Ella stór innlit.
Nýskapan, stórar, betri og øðrvísi loysnir. Tí tú kennir okkurt, sum er størri enn tú, og tú ert opin fyri tí ókenda og ófødda.
Slíkar løtur kunnu skapa stórar víðsjónir ella sterkar kenslur av felagsskapi og samanhangi. Tað er her at tín tóma talva verður umskapað til eina felags heimstalvu, vit eru øll bert eru elasmáir nanobrikkar á hesi eini og somu talvu.
Venjing: Tóma talvan
Tak eina tóma talvu, ella eitt tómt ark.
Set teg niður eina løtu og ímynda tær, at arkið ella talvan er títt sinn.
Lat tað vera tómt eina løtu.
Lat huglag, tankar, hugflog og kenslur streyma frítt nakrar minuttir, uttan at hefta teg við nakað ávíst.
Er eitt orð, ein mynd ella ein kensla, ið enn er har aftaná umleið 5 min. so skriva ella tekna tað á talvuna. Hygg at tí, sum stendur á talvuni, hvaðani kemur tað? Hví er tað har, hvat merkir tað og hevur tað týdning? Halt soleiðs áfram við at arbeiða. Gott um tú kanst strika ella viska orð, ella myndir burtur so hvørt.
Vita hvar tú endar – ella byrjar.
Hendan venjingin kann eisini gerast saman við góðum vinfólki ella starvsfelagum.