“Bara kenslan av at slappa so nógv av í kroppinum er fantastiskt! Fyri meg sum rokast so nógv, er tað óundveruligt at gera venjingarnar, ið eg havi lært frá Biritu” (Theresa Turidardóttir Kreutzmann)
Ein Orkuviðgerð kann stuðla tær í
- At loysa spenningar og spent øki í orkuskipanini
- At skapa meira vælveru, orku, javnvág og ró
- At minka um strongd og styrkja stinnleika (robusthed)
- At læra og venja mindfulness, ið hóskar just til tín
- At fyribyrgja strongd, sárbæri og kenslusemi
- At skilja og merkja kroppin og kenslulagið
- At fáa samband við og skilja innaru orkuna, ið vanliga eyga ikki sær.
- At skapa eitt trygt rúm fyri tí sum er, eitt nú í hjartanum.
- At betra og styrkja kvinnuleika og lívsorku (fyri kvinnur)
Hvat er ein Orkuviðgerð?
Í skjótt 12 ár havi eg vant, fínkað og víðkað míni viðføddu evni at sansa, skilja, kenna, síggja og arbeiða við orku. Ein orkuviðgerð er ein samansett frálæruviðgerð og og vanliga varir í ein tíma. Hendan tíman situr tú á stóli og liggur á eini viðgerðarbrík.
Tú kanst bíleggja eina Orkuviðgerð við at senda ein teldupost til info@vaksa.fo
Ein vanlig orkuviðgerð fer soleiðis fram: Fyrst sita vit og tosa eina løtu. Tú sleppur framat at siga frá og lýsa tína støðu og eg gevi tær hóskandi afturmelding og frálæru. Viðgerðin er á mangan hátt ein felags ferð og frálæra. Tað er eitt felags rúm til viðtalu og á bríkini verður tú vegleidd/ur og hevur møguleikan at fáa eina djúpa úrspenning.
Undir viðgerðini fært tú javnan vegleiðing og innlit, ið stuðla undir eina sera djúpa heildar-úrspenning.
Viðgerðin á briksini er fjálg og kropsliga løtt við bleytum rørslum og strokum, hóast hetta er viðgerðin djúp. Tú ert ílatin undir allari viðgerðini. Aftnaá viðgerðina á briksini, ber til at fáa eina persónliga afturmelding og serstakar venjingar júst til tín, ið kunnu stuðla tær í øktari javnvág, sambandi og ró. Rúmið er fjálgt og hugnaligt. Vanliga er stillur tónleikur og frískur angi í rúminum.
Gott at vita
Hvat merkir orkuskipan? Orkuskipanin er í hesum høpi eitt heildarhugtak, ið fevnir um kroppin, lívsorkuna, kenslurnar, hjartað og sinnið. Tá eg arbeiði við orkuskipanini er talan um eina heildarfatan og viðgerð, sum snýr seg um øll hesi týðandi økini hjá okkum menniskjum.
Innan og eftir viðgerð Kom fegin í bleytum klæðum, so tú kanst liggja væl á bríkini. Aftaná eina viðgerð er gott at drekka væl av vatni. Hevur tú møguleikan, tak tær av løttum . Tað kann vera gott at ganga sær ein túr, hvíla ella takast við eitthvørt hugnaligt. Fleiri skulu tó aftur til arbeiðis aftaná eina viðgerð, og tað ber sjálvandi eisini væl til.
Avmarking Hóast arbeitt verður við fleiri og djúpum løgum, er hvørki talan um eina sálarfrøðiliga ella beinleiðis terapeutiska viðgerð ella frálæru. Víst verður til aðrar viðgerðarstovur í hesum sambandi. Í sambandi við sálarsjúku verður somuleiðis víst til hóskandi viðgerðarstovur og stovnar.
” Eg minnist bara at tað var ótrúliga gott og gevandi. Eg undraðist: Ber tað veruliga til at hava tað so í kroppinum…? (Guðrun Horn Snæbjørnsdóttir)
“Bara kenslan av at slappa so nógv av í kroppinum er fantastiskt! Fyri meg sum rokast so nógv, er tað óundveruligt at gera venjingarnar, ið eg havi lært frá Biritu” (Theresa Turidardóttir Kreutzmann)
” Tá eg byrjaði at fáa viðgerðir, var eg ikke so væl fyri sálarliga, og eg merkti tað kropsliga. Viðhvørt hevði eg ansperru innan og eftir viðgerð. Eftir nakrar viðgerðir fekk eg betri svøvn og ró í kroppin. Alt hetta hevur lært meg at hvíla betur” (Luciana Santos)
“Tað er ein ótrúlig kensla at liggja á bríkini og merkja hvussu kroppurin sleppur øllum spenningum og fullkomiliga slappar av. Tað er eisini gott at fáa afturmeldingar aftaná viðgerðina, og Birita dugur sera væl at seta orð á kenslurnar ið koma fram. Og eitt afturat: Hon dugir eisni væl at lurta!” (Marna Matras Jensen)
“OrkuViðgerðin hjá Biritu er ein mjúk viðgerð, ið stillisliga loysir upp og sissar kropp og sinn. Viðgerðin kann vera ein góð hjálp til meira ró og javnvág í lívinum. Kanska kann ein Orkuviðgerð vera ein góð byrjan at geva tær sjálvum/sjálvari eina gávu. Eina stilla gevandi løtu saman við Biritu.” (Ada Horn)