GLASSTOVAN á Velbastað
Ró, rúmd og fokus
Glasstovan hjá okkum á Velbastað bjóðar tær ein ljósan, opnan og heimligan karm.
Glasstovan liggur einans 12 minuttir úr Havnini og er sera vælegnað til virksemi, ið tørvar ró, rúmd og fokus.
Stovan verður vanliga nýtt til frálæru, venjing og til meditatión.
Friðurin og stórbæra útsýnið út á fjørðin og til oyggjarnar gevur tær serstakliga góðar møguleikar fyri sonnum arbeiðs- og sinnisró.
Her er ljóst og opið og tað stimbrar sinn, sansir, hugflog, nýskapan, víðsjón og opinleika.
Rúmið er innrættað opið og stuðlar undir møguleikan fyri ró og fokus til munagott arbeiði, samstarv og samskifti. Í trá við eitt frítt og skapandi sinni.
Myndir
Komandi tiltøk í Glasstovuni
Aftur til dagsdato
No Events