1. Verkstova: Út í náttúruna – inn í lívið

Forsíða/1. Verkstova: Út í náttúruna – inn í lívið

leyg10apr10:00leyg13:001. Verkstova: Út í náttúruna - inn í lívið

Útgreining

Vælkomin til Glasstovuna á Velbastað leygardagin 10. apríl kl. 10:00-13:00. Úti í vøkru náttúrni og inni í friðsælu Glasstovuni á Velbastað fært tú 3 tímar til hugdýping, mindfulnessvenjing og hvíld í og við náttúruni.

Verkstovan er opin og verður skipað í tveimum pørtum: Einum inniparti og einum útiparti. 

Vit byrja róliga við yin- og andadráttarvenjingum á máttuni, og vit taka støði í veðrinum júst hendan dagin.

Er veðrið til vildar, verður terrassan eisini tikin í nýtslu.

Seinni parturin av verkstovuni verður nýttur úti.  

Vit njóta frið, útsýni og nærveru og royna ymsu venjingarnar úti í og við náttúruni. 

Havið góð heit og hóskandi klæðir við. Tørvar tær pútu og sita ella liggja á, so tak fegin eina við.

Pláss er bert fyri í mesta lagi 6 luttakarum í senn.

Øll eru vælkomin. Kostnaður:    400 kr. 

Tíð: Leygardagin 10. apríl kl. 10-13

Undirvísari: Birita Nolsø, rithøvundi og undirvísari. 

Tilmelding:   info@vaksa.fo

GG: Ein verkstova er eisini kl. 14 sama dag, sí her.

Nær

10/04/2021 10:00 - 13:00(GMT+01:00)