Vaksa til Vágar: Verkstova – gongutúrur

Forsíða/Vaksa til Vágar: Verkstova – gongutúrur

hós05okt4:00 pm7:00 pmVaksa til Vágar: Verkstova - gongutúrur

Útgreining

Hósdagin 5. oktober kl. 16 – 19 verður skipað fyri eini lítlari verkstovu í skúlanum í Miðvági. Vit venja rørslu, nærveru og kvirru. Vit ganga ein stuttan túr, meðan vit venja tilvit og tøgn í nærumhvørvinum. Talan er um eina innleiðslu í, hvussu tú við einføldum venjingum og øktum tilviti kann betra lívsgóðskuna og økja um nærveruna í gerandisdegnum.

Tú fært góð ráð og løtt amboð, sum beinanvegin kunnu nýtast og venjast.

Havið lítlan matpakka og góð gonguklæðir við.

Undirvísari er Birita Nolsø.

Dato/tíð/stað: Hósdagin 5. oktober kl.- 16 – 19. Skúlin í Miðvági

Kostnaður: 350 kr. (300 um tú luttekur á kvirrudegnum)

Tilmelding: tilmelding@vaksa.fo

Nær

oktober 5, 2017 4:00 pm - 7:00 pm