Kvinnur: Dansa! Úr høvdinum og niður í kroppin

Forsíða/Kvinnur: Dansa! Úr høvdinum og niður í kroppin

This is a repeating event

thu16nov20:0022:00Kvinnur: Dansa! Úr høvdinum og niður í kroppin

Event Details

Tað er Birita Nolsø, sum leiðir hetta dansikvøldið í Kimi. Birita sameinir við hesum sínar royndir innan kropp, dans, orku og meditatión. Hetta er kvøldið, har vit brúka og fáa orkuna – okkara upprunaligu lívsorku: Tað er gleði, tilvit, lív og orka uttan tankameldur. Tað snýr seg um at sleppa spenningum og koma heim til sín sjálvs:

At merkja kroppin, lívsorkuna, gleðina, neistan, hjartað, kreativitetin og møguleikarnar.

Við vegleiðing og feitum rútmum dansa vit okkum úr høvdinum og niður í kroppin.

Endað verður við djúphvíld.

Kvinna og hugin til dans er einasta treyt. Tilmelding neyðug.

Heinta pdf-fíl um tiltakið her …

Dato: hóskvøld 7. september – 19. oktober & 16. november kl. 20 – 22.

Kostnaður: 500 kr. fyri øll kvøldini, ella 200 fyri kvøldið.

Staður: Kimi dansisalur Yviri við Strond 21

Tilmelding: tilmelding@vaksa.fo

Time

16/11/2017 20:00 - 22:00

Location

KIMI

Yviri við Strond 21, Tórshavn

Get Directions

How do you plan to get there?