RETREAT. Ársins Summar-retreat í Elduvík 2019

Forside/RETREAT. Ársins Summar-retreat í Elduvík 2019

juli, 2019

30jul(jul 30)19:30leyg03aug(aug 3)14:00RETREAT. Ársins Summar-retreat í Elduvík 2019

Útgreining

Dato sett fyri summar-retreat 2019 !

So er árliga summar-retreatið í Elduvík 2019 ásett, og vit halda á fram við einum eyka degi. Retreatið 2019 verður týsdagin 30. juli til leygardagin 3. august. Tað merkir at vit við hesum fáa heilar fýra intensivir dagar við venjing, hugdýping og vítt til veggja, bæði inni og úti. Á hesum skeiðinum sameina vit meditativa venjing innan empati og sinnisvenjing við áhaldandi venjingum og náttúru í fjøllunum kring Elduvík. Byrjað verður við felags morgunmati, síðani er morgunmeditatión og frálæru. Seinnapartar nýta vit til venjing, meditativar náttúruupplivingar og frálæru. Tíð verður til hvíld, og um kvøldið skipa vit aftur fyri frálæru, upplivingum og venjingum. Tíð verður sett av til dreymatýðing.

Av tí at stórur áhugi er fyri hesum skeiði, er “først til mølle” galdandi. Tað merkir at endaligt pláss er tryggjað, tá tilmelding er móttikin, plássið váttað, og depositum à 1000 kr. er goldið.

GG! Avmarkað pláss.

Er áhugi, verður skipað fyri einum eyka retreati.

Staður: Elduvík
Tilmelding: tilmelding@vaksa.fo
Undirvísari: Henrik Krag og Birita Nolsø
Kostnaður: Kr. 3.920,- írokna frálæru, kost og logi.

DANSK VERSION: Hent pdf filen med dansk version her … | Se folderen om retreatet på Færøerne …

Nær

Juli 30 (Týsdag) 19:30 - August 3 (Leygardag) 14:00

Hvar

Elduvíik

Dungavegur 4

X