Opin Verkstova í Nólsoy

Forside/Opin Verkstova í Nólsoy

sun24okt14:00sun17:00Opin Verkstova í Nólsoy

Útgreining

Mindfulness & rørsla

Nú kanst tú koma við á eina verkstovu í mindfulness og rørslu úti í Nólsoy!

Tíðin er skipað so, at tað ber til at sigla úr Havnini og heim aftur.

Tiltakið er opið fyri øllum vaksnum og stórum børnum.

Talan er um eina jaliga og hugnaliga verkstovu við løttum og munadyggum venjingum. Tað er Birita Nolsø, sum við sínum drúgvu royndum í sinnis- og kropsvenjing, leiðir verkstovuna.  Í desember 2020 kom hennara fyrsta bókaútgáva um sinnisvenjing út í føroysku bókabúðirnar. Tað var bóklingurin Fluffy, ein neyvur vegleiðari til mindfulness og sinnisvenjing.

Á verkstovuni fært tú grundleggjandi vitan um og venjning í mindfulness.Vit gera lættar rørsluvenjingar við tónleiki, ið geva tær lív og orku í kroppin. Tú lærir at hvíla í kroppinum og at stilla sinnið.

Tú lærir at miðsavna teg og at økja um stinnleika, miðsavnan, natúrliga nærveru og opinleika. Tú fært amboð við heim, sum  beianvegin kunnu nýtast.

Vit sita á stólum og eru eisini í gólvinum og gera ymsar rørsluvenjingar.Kom í bleytum/leysum klæðum, so tú kanst strekkja út, hvíla og røra teg.

Nær: Sunnudagin 24. oktober kl. 14-17

Hvar: Látrið, Nólsoy

Tilmelding: info@vaksa.fo ella send SMS til +298 262231

Kostnaður:  200 kr.

G.G: Tilmelding bindandi og neyðug vegna avmarkað pláss

Nær

24/10/2021 14:00 - 17:00(GMT+00:00)

Hvar

Nólsoy

Other Events