hós19sept19:00hós21:30Mindfulness í gerandisdegnum
Tveir og ein hálvan tíma við hugna og nærveru! Á hesi verkstovuni fer Birita Nolsø frá Vaksa.fo at hugleiða um, hvussu tú við einføldum hugburði, lættari venjing og fáum amboðum
Tveir og ein hálvan tíma við hugna og nærveru! Á hesi verkstovuni fer Birita Nolsø frá Vaksa.fo at hugleiða um, hvussu tú við einføldum hugburði, lættari venjing og fáum amboðum kanst fáa ein gerandisdag við meira savningarmegi, dygd, ró og stinnleika. Tú fært á ein lættan og óhátíðarligan hátt eina innleiðslu í mindfulness. Vit njóta løtuna saman við øðrum góðum fólki, gera smærri venjingar, fáa innlit og vónandi eisini onkra ah-ha kenslu.
Atgongumerki á kr 295,- keypast í Glasstovuni Café á Tvøroyri.
Stað: Glasstovan Café. Leinkja: https://www.facebook.com/glasstovan
Avmarka atgongd.
Birita Nolsø eigur og rekur fyritøkuna Vaksa.fo og hevur útbúgving í leiðslu, ferðavinnu, umsiting og samskifti. Birita hevur altíð havt áhuga fyri venjing av sinni og likami. Hon hevur m.a. fingist við dans, yoga og náttúruvenjing. Síðani 2012 hevur hon arbeitt miðvíst og intensivt við sinnisvenjing og meditatión. Birita hevur fingið serstaka frálæru innan mindfulness og empati-grundaða meditatión frá Jes Bertelsen, leiðara á Vækstcentrinum. Ein depil við drúgvum royndum og sum millum annað hevur fingið viðurkenning frá Jon Kabat Zinn, ein av kendastu og fremstu stovnarunum innan mindfulness í USA.
Í síni frálæru sameinir Birita sínar royndir, vitan og førleikar. Hon skipar frálæru, framløgur og skeið av ymsum slag innan mindfulness, meditatión, menning, samstarv, samskifti og empati-grundaða leiðslu. Birita arbeiðir somuleiðis við ymsum útgávum. Í 2018 kom bókin 5 HJERTEFØLELSER út. Bókin er skrivað av manni og samstarvsfelaga Henrik Krag og Birita hevur samskrivað og ritstjórnað bókina. Ein onnur útgáva er Heart WAKE, sum er eitt nýhugsað ljóðamboð til frama fyri økta lívsgóðsku
19/09/2019 19:00 - 21:30(GMT+00:00)
Tilmeld dig vores nyhedsbrev. Se flere kategorier på denne side ..
© Vaksa 2024. Alle rettigheder forbeholdt | Leveret af Base