Vælkomin til KvinnuLÍV: Njóting og hugdýping fyri kvinnuna.
Hesin kvinnudagurin byrjar kl. 13:00 í Pers húsi í Elduvík. Vit fara at njóta dagin í besta YIN stíli.
Vit vekja orkuna, sleppa spenningum, mýkja kroppin við ymsum munagóða orkuvenjingum og opna okkara sansir og sinn.
Er veðrið til vildar fara vit oman í gjónna at dansa og gera máttmiklar orkuvenjingar, ið kveikja okkara innara náttúrumátt.
Inni í Pers húsið fara vit at sita í kvirru saman og njóta friðin og tíðina til hugdýping.
Tú fært tíð til hvíld og kvirru. Saman skapa vit eitt kvinnurúm, ið rúmar øllum og vit fáa møguleikan at njóta ein øðrvísi inniligan felagsskap.
Sinnisvenjing og meditatión er natúrligur partur av degnum. Tær nýtist ikki at hava royndir frammanundan.
Eg leiði og greiði frá, einasta krav er tín opinleiki, forvitni og hugur til at læra um kvinnumenning, um hjartaleiðina og um meditatión 🙂
Dagurin er opin fyri øllum við opinleika, hugi og forvitni til at granska og hugdýpa seg í tað kvinnuliga, bæði í mun til tað bleyta, máttmikla og inniliga. Alt verður vovið inn í ein dag, sum er halgaður sinnisvenjing.
Tú fært hvíld, økta javnvág, innlit, virðismiklan felagsskap og nýggja orku við tær heim.
UM MEG
Mín kvinnufrálæra er sett saman við bleytum skiftum millum kropp, orku, rørslu, náttúru, venjingar og meditativa venjing í javnvág. Meditativa grundsúlan hevur sítt støði í 40 ára longu frálæruni hjá mínum høvuðslærara Jes Bertelsen, stovnara og leiðara av vakstrardeplinum “Vækstcentret” í Nr Snede, Danmark. Eg havi í meira enn 10 ár fingið áhaldandi og intensiva frálæru frá Jes B. Við mínum egnum drúgvu royndum í kvinnumenning og kropsvenjing, havi eg hesi seinastu 10 árini ment eina menningar- og venjingarleið, við íblástri og støði í tao-tantriska orkurørslu, yin-dýping, vitan um innaru og uttaru orkuskipan, náttúruyoga, mindfulness, hjartavenjing og venjingum í javnvág, ið alt verður sameint við meditativa venjing.
Nú havi eg hug at deila mínar royndir við aðrar føroyskar kvinnur og bjóði meg fram at leiða ymsar kvinnubólkar, umframt skeið, verkstovur og dagsskeiðið KvinnuLÍV:-)
.
TÍÐ: Sunnudagin 19. februar kl. 13 – 17
STAÐ: Pers hús, Elduvík, Eysturoy
PRÍSUR: 450 kr.
TILMELDING: info@vaksa.fo
TIL NÝGGJAR LUTTAKARAR
Hjartaliga vælkomin 🙂 Deiligt at tú hevur hug at royna nakað nýtt. Eg gleði meg til at deila mína vitan og royndir.
Mítt hjarta bankar fyri kvinnumenning og øktum kvinnufrælsi: Vit hava allar viðføddar eginleikar, evni, ein livandi kvinnukropp og orku. Eg ynski at tú kanst breiða tínar lívsveingir og liva eitt lív við gleði, kærleika, lívsorku, meining og hátíð.
Ja, eg ynski at vit allar gerast meiri samanhangandi og heilar kvinnur.
Tíverri missa vit alt ov ofta sambandi við bæði kroppin, orkuna, gleðina og okkara natúrliga viðfødda opinleika. Lívið livir okkum, heldur enn vit liva lívið og tað verður merkt av ov nógvum stríði. Vit gera og gloyma heilt at vera. Vit missa okkum sjálvar og opna sambandi við onnur – bæði familju, vinir og kenningar kann gerast vánaligt ella í ringasta føri heilt skert, tí vit hava mist innara sambandi, ið er avgerandi treytin fyri einum opnum sambandi úteftir. Lívið verður merkt av stríði, møði og noyðing og vit missa sambandi við okkara innara orkubanka, til nærveruna og spontanu gleðina. Og hjarta kann kennast loka ella tú kennir ein longsul, sorg og/ella einsemi.
Á KvinnuLÍV kemur tú aftur til alt tað góða, sum er og altíð hevur verið í tær! Vit vekja kroppin og lívsorkuna, vit eru saman í kvirru og arbeiða við nærveru í núinum. Tú fært amboð og innlit. Tú ert saman við øðrum deiligum kvinnum. Og vit strykja í felag hin meditativa hjartavøddan. Hesin vøddin, ið eigur so nógvar og djúpar eginleikar í okkum øllum. Sjakraskipanin, sum er okkara orkuskipan verður í mínari frálæru brúkt sum eitt hent menningaramboð til at skilja, merkja, menna og lata upp fyri møguleikanum at fáa samband aftur við bæði kroppin, lívsorkuna, kenslurnar, styrkina, hjarta, kreativitetin og við okkara evni til at betra okkara sjálvleiðslu og lívskós. Skift verður millum frálæru og venjingar. Tað er trygt og róligt. Vit sita á stólum, brúka gólvplássið og umhvørvið kring okkum. Tú verður alltíð vegleidd og hevur møguleikan at seta spurningar eitt nú um tína støðu, orku ella meditativa/mindfulness venjing.
UM
(Av donsku Vaksa heimasíðuni)
Birita Nolsø kommer fra Færøerne og ejer Vaksa.fo som tilbyder b.la kurser, retreats og workshops på Færøerne og i Danmark. I 10 år har hun været i en intensiv træning i meditation. Hun bor i Nørre Snede og er knyttet til Vækstcenteret, hvor hun jævnligt modtager intensiv træning af Jes Bertelsen. Sammen med sin partner og medunderviser Henrik Krag har hun i løbet af disse ti årene været i en dyb tantrisk meditativ udviklings- og læringsproces.
UDGIVELSER
I 2021 udgav Birita bogen FLUFFY på Færøerne. Denne lille færøske bog handler om mentaltræning. I 2018 kom bogen 5 HJERTEFØLELSER ud. Bogen er skrevet af Henrik Krag med Birita som medforfatter. Sammen har de også udviklet selvudviklingsredskabet HeartWake, som indeholder fire forskellige lydfiler. HeartWake ligger til fri benyttelse på Vaksa.fo