Kvinnubólkur FO

Forside/Kvinnubólkur FO

20sept19:0022:00Kvinnubólkur FO

Útgreining

KVINNUBÓLKUR Í FØROYUM – Hevur tú hug at vera við ? Send ein post til info@vaksa.fo 

 

HVAT?

Hetta er ein KvinnuBólkur við kvinnum, ið hava hug at arbeiða við kvinnumenning í mun til meditatión, kropp, orku, kenslum og hjartalívi, kreativiteti og frælsi. Ætlanin er at bólkurin savnast fast áleið 4 ferðir árliga.

Málið er at styrkja okkara natúrligu viðføddu eginleikar, koma heim til okkum sjálvar og liva eitt heilt kvinnulív. 

Arbeitt verður við meditatión og at skapa størri javnvág í alla sjakraskipanina – bæði í mun til kroppin, kvinnuligu og mannligu orkuna, kenslulívið, eginleikarnar í hjartanum og kreativitetin.

Talan er um eitt trygt kvinnurúm. Bólkurin hittist kl. 19-22 heima hjá Jóhonnu Andreasen mitt í Havnini, nærhendis viðalundina og vit nýta eisini vakra og friðsæla umhvørvið í viðalundini til venjingar.

Av og á verður tó farið út um Havnina at hava ein longri dag saman.

Møguleiki er sjálvandi hjá bólkinum at savnast oftari.

Bólkurin hittist týskvøldið 20. september kl. 19:00, tá Birita vitjar í Føroyum aftur.

Síðani skipar bólkurin seg endaliga og dato verður sett á komandi bólkadagar 2022/23.

 

HVÍ?

Eg havi í 10 ár arbeitt sera intensivt við menning og meditatión.

Í gerandisdegnum eri eg knýtt at Vækstcenteret í Danmark og eri javnan í meditatiónsvenjing hjá m.ø. Jes Bertelsen leiðara og lærara.

Í fjør gav eg út mína fyrstu bókaútgávu, bóklingin FLUFFY, út á føroyskum.

Eg samstarvi tætt við mín lívsmaka Henrik Krag, undirvísara og rithøvunda. Í felag skipa vit eitt nú meditatións-retreat og skeið, bæði í Føroyum og í Danmark. Nú havi eg hug at deila mínar royndir við aðrar føroyskar og danskar kvinnur.

 

HVUSSU? 

Mín frálæra er aloftast skift millum ymsar rørslur, venjingar í tilviti, orku og meditatión.

Vit fara at røra okkum á gólvinum, venja og sita á góðum stólum/sofu.

Tú fært te, vatn, kaffi og okkurt gott afturvið. Vit  enda kl 22:00.

Kostnaður 350 kr. 

Kvinnubólkur dato

Týsdagin 20. sept.

Tíð: kl. 19-22.

Samband

info@vaksa.fo

johanna@monday.fo

Nær

20/09/2022 19:00 - 22:00(GMT+00:00)