Arbeiðspláss

Forsíða/Frálæra/Arbeiðspláss

Vaksa bjóðar skeið, livandi fyrilestrar og verkstovur til arbeiðspláss í Føroyum

Arbeiðspláss

Til arbeiðspláss 

Hetta bjóðar Birita:

Eg havi 25 ára langar royndir í at halda, samskipa og leiða eina ørgrynnu av skeiðum, verkstovum, tilgongdum og tiltøkum fyri arbeiðsplássum. Stílurin er ‘niðri-á-jørðini’ og nærverandi. Eg havi vitan og ítøkiligar royndir í hesum evnum: Arbeiðsgleði, sonn tænasta, mindfulness á arbeiðsplássinum, náttúra og burðardygd, motivatión, orkuvenjing og rørsla, 5 HJERTEFØLELSER – hjartað á arbeiðsplássinum (við støði í bókini, tó tillagað arbeiðsplássum), at handfara strongd, meira arbeiðsorku – minni strongd, sjálvleiðsla – eisini til einstaklingar, toymisleiðsla og toymi og jalig verkætlanarleiðsla.

Eg vitji javnan til Føroyum og tú ert vælkomin at skriva til info@vaksa.fo um tú ynskir at bíleggja ein livandi fyrilestur, eina verkstovu ella eitt skeið.

Mín stílur er livandi, nærverandi, í samskifti við luttakaran og tekur støði í livaðum lívi og royndum.

Tað snýr seg í mest møguligan mun at skapa flow, orku og læring í einari frálærutilgongd. Her koma royndirnar og evni at duga at lurta, síggja, merkja og arbeiða við bólka- og einstaklingaorku til góðar.

Frálæran ein ein heildaruppliving og tilgongd. Eg skipi hóskandi skift millum til dømis – um tit eitt nú eisini ynskja rørslu – kropsliga orku-rørslu á gólvinum ella úti í náttúruni, frálæru og venjingar inni á stólum ella ymsar samrøðu-, samstarvs-, og samskiftisvenjingar millum luttakarar.

 

Send fyrispurning, bóka skeið, fyrilestur ella verkstovu við at skriva til info@vaksa.fo